Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann.
Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann.
Føroyskt vinnulív úr kuvøsuni?
1. Landsstýrið hevur forhandla fríhandilssáttmála við Ísland, vil løgmaður virka fyri at hesin verður settur í gildið í Føroyum?
2. Ber til at forhandla víðari um Íslandssáttmálan?
3. Verður sáttmálin undurskrivaður og nær? Og eftirfylgjandi lagdur fyri tingið til viðgerðar og góðkenningar? Ella hvørja mannagongd er ætlanin at nýta?
4. Hvat heldur føroyskt vinnulív um sáttmálan og er ætlanin at fara víðari í tilgongdini og eisini taka upp samráðingar um fríhandilssáttmála við Noreg?
5. Vil Føroya løgmaður virka fyri at føroyskt vinnulív sleppur úr kuvøsuni?
Skulu vit í Føroyum hava møguleika at menna okkara vinnulív og vinnuførleika og eisini læra okkum at kappast á jøvnum føri á altjóðsa pallinum, muga møguleikar fyri altjoða samstarvi økjast.
Ísland hevur seinastu 10 15 árini rikið eis sera framfísnan vinnupolitik í altjóða høpi, og hevur hetta viðført stóran búskaparligan vøkstur í landinum.
Ein fríhandilssáttmáli við Ísland kundi skapt møguleikar hjá føroyskum vinnulívi at ment seg, og eisini verið við at ført okkum inn á altjóða vinnuliga virkisøki.
Haldi eisini hetta kundi verið við at skapt góðar møguleikar fyri ekspansjón og einum enn meira dynamiskum vinnulívi í Føroyum.
Smb. Kunning um Íslandssáttmálan 15. Nov. 2004, kom greitt fram at fríhandilssáttmálin vakti eitt sindur av ørkymlan millum tingfólk.
Kundi tí hugsa mær at hoyrt hvørja hugsan landsstýrið og løgmaður hsava um henda sáttmála.
Heidi Petersen
Løgtingskvinna




