Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskt vinnulív vælkomið á ferð við Drotningini

Helgi Abrahamsen

Drotningin ger vanliga eina almenna uttanlandsvitjan um árið, og í tí sambandinum skipar Uttanríkismálaráðið fyri nøkrum vinnuligum átøkum í landinum, har vitjað verður. Og føroyskar fyritøkur eru – eins og danskar og grønlendskar fyritøkur – vælkomnar at verða við í hesum átøkunum.

Tað sæst á svarinum, sum Kristian Jensen, uttanríkisráðharri, hevur givið Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

Sjúrður Skaale spurdi uttanríkisráðharran um hann vildi taka stig til, at føroyska vinnan í góðari tíð kundi fáa upplýsingar um- og verða bjóðað við til útflutnings- og vinnufremjandi ferðirnar hjá drotningini.

Kristian Jensen vísir á, at vanliga verða hesar ferðirnar marknaðarførdar millum annað á einum netmiðli, sum er gjørdur til endamálið, og eisini gjøgnum Útflutningsráðið, og bæði prentaðar og talgildar miðlar. Eisini eru føroysk vinnulívsfólk og Vinnuhúsið boðin til samrøður um hesi viðurskifti.

Tað var í sambandi við Drotningavitjanina í farnu viku, at Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum segði, at boðini um ferðirnar hjá Drotningini koma so seint, at føroysk vinnulívsfólk hava ikki stundir at fyrireika seg til at verða við.

Spurningur og svar kunnu lesast her