Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysku bandittarnir eisini miðsavnaðir

John William Joensen

Fullir menn og balladumakarar, kunnu ikki longur sita á Politistøðini í Klaksvík, men verða koyrdir til Havnar at sova rúsin av

Fleiri politistar sum Norðlýsið tosaði við tá nýggja vaktarskipanin hjá politinum fór at virka vístu á at hetta óivað var byrjanin til eina sentralisering av allari vaktarskipanini hjá politiinum. 

Hetta vísti fútin aftur, men nú er sjón fyri søgn at alt skal til Havnar. 

Síðan nýggja vakarskipanin fór at virka kemur tað ikki fyri at fólk situr í brummuni í Klaksvík – øll vera koyrd til Havnar at sita – eisini full fólk, sum verða tikin upp av gøtuni.

– Fyrr kundu vit taka ein fullan mann upp, lata hann sova rúsin av í brummuni og loyva honum út næsta morgun. Tá var tað mundani lættari at handdtaka fólk, tú skuldi bara skrivað í bókina.

– Í dag skal tú fáa lækna at hyggja til mannin og tað er lættari sagt enn gjørt at fáa fatur á lækna í Klaksvík um kvøldarnar. 

– Tí eru boðini at øll sum skulu inn at sita – skullu koyrast til Havnar og tað verður gjørt.

Mangla politistar í Havn 
Millum politistar verður politistøðin í Havn kallað fyri dagtilhaldið – har arbeiði eini 60 fólk – men hóst tað so megnar politistøðin í Havn ikki at hava nóg nógv fólk á gøtuni.
– Alt situr inni og tí hevur leiðlans nú boða frá at politistar aðrarstaðni úr landinum nú eisini skulu hjálpa til við vaktunum í høvuðsstaðnum, sigur ein politistur sum Norðlýsið hevur tosða við.

Sum Norðlýsið skilir eftir at hava tosað við politistar aðrastaðni, so arbeiðir løgreglan við ætlanum um at øll weekendvaktin skal ganga út frá politistøðini í Havn.  Tørvur er á politistum á gøtuni í Havn og tí verður poltivaktin flutt til Havnar um vikuskiftini. 

Politileiðslan fer í næstum at kunnað um broytingar.

– Hetta merkir at í framtíðini fara vit at vera noydd at senda politibil úr Havnin um boð er eftir okkum í Klaksvík, siga løgreglumenn sum Norðlýsið hevur tosað við.

Harleyfacadeacryl