Stórur áhugi er uttanlanda um teir føroysku ketlarnar frá P/F Hógv í Søldarfirði
Vanligu sethúsaketlarnir frá Hógv ganga sum heitt breyð nú oljan er vorin so dýr, og ketlarnir eru sera økonomskir.
Tað eru serliga ketlarnir til bátar ið eru áhugaverdir í løtuni, og Hógv hava fingið bíleggingar úr eitt nú Grønlandi og Polen.
Føroysku bátaframleiðarnir AWI Boats og SD Beding í Runavík hava sett ketlar í nakrar bátar, eins og Skarðhamar í Klaksvík og Andersens Beding á Strondum eisini hava sett ketlarnar upp.
Ketlarnir frá Hógv verða eisini at síggja á Bátastevnuni ið verður á Totfum 06 mai í ár.




