segði formaðurin í uttanlandanevndini, John Jóhannesen m.a. í løgtinginum seinrapartin.
Formaðurin í Uttanlandanevndini helt ikki at kunningin frá føroysku sendistovunum til politisku skipaninina var nøktandi.
– Eg havi m.a. upplivað at fingið kunning frá donsku sendistovunum í samband við vitjan í ST og har fingu vit eina rúgvu av raportum um ymisk viðurskfiti.
– Tað er kløkt at hava sett sendistovur á stovn, men tær mugu prógva at brúk er fyri teimum, segði løgtingslimurin m.a.
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum helt tað ikki verða rætt at samanbera føroysku sendistovurnar við tær donsku men hann ásannaði at tað var neyðugt at baði vinnulív, politikarar og vanligi føroyingurin hevði eina kenslu av at vit fingu eina góða tænastu fyri kostnaðin.
Føroysku sendistovurnar kosta 15 milliónir krónur um árið.




