Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskur blíðskapur á karibiskan hátt!!!

John William Joensen

Hann stóð á bryggjuni, har stóra, stásiliga ferðamannaskipið – 2500 koyggjur – "Voyager of the Seas" lá, við fleiri gyltum strípum á akslunum enn nakar stóradmirálur.

Klaksvíkar egni "Meinhard Hansen" – ella var tað kanska ikki rættari av mær at kallað hann Staff Captain Hansen? Ja, hesin maðurin hevur haft størri viðgongd í lívinum, enn nakar annar, eg kenni. Tí, Meinhard hevur ábyrgdina av einum av størstu luksus ferðamannaskipunum, sum krossar vakra, myrkabáa karibiska havið. Saman við konu míni, okkara yngra soni Jack og okkara eldra soni saman við unnustuni síni, vóru vit í tríggjar dagar boðin sum gestir hansara um borð á "Voyager of the Seas"  á fyrsta klassa við mati og undirhaldi…. Og FYRSTI KLASSI var tað!! Vit vórðu fylgd um borð undan øllum hinum gestunum og inn í okkara luksuskømur, áðrenn við løgdu frá bryggju.
So bjóðaði Meinhard okkum upp á brúnna, so vit kundu síggja hann skipa fyri at loysa frá landi og sigla skipið út í opið hav. Vit kendu okkum næstan kongalig, sum vit stóðu har og fylgdu við einum tiltaki, sum vanligir gestir neyvan sleppa at síggja…. At sigla eitt tílíkt skip út eftir eini torførari siglingarrennu var veruliga ein sjón fyri meg at fylgja …. Mær er sagt, at hetta skipið er 268 metrar langt og er 66.398 dead weight til støddar.
Ferðin skuldi ganga til tvær havnir: Nassau á Bahamaoyggjunum og so ein dag á CoCo Cay, ein oyggj, sum ferðaskipini hava ognað sær. Dagurin byrjaði við at vitja Pet the Dolphins, og á veg heimaftur skipaði Meinhard fyri, at  ein "Stretrch Limousine" (langur persónbilur) koyrdi okkum til Atlantic Hotel í Nassau, sum sigst at vera triðstørsta hotellið í verðini; har vóru vit gestir hansara og kundu sita og njóta sjónina av verðsins kendasta innandura akvarium. Síðani eina gonguferð fram við bátabrúgvunum, har tað lógu 20-30 milliónir dollars stuttleikabátar við bryggju … og aftur til skipið, har vit skuldu leggja frá landi um midnáttarleitið … vit vóru næstan um at kikka eftir ondina, so hugtakandi var hetta alt.
Haðani gekk ferðin til CoCo Cay! Vit vórðu vakt av tónleiki frá tí lokala "steel band", sum spældi fram við skipinum. Seinni "Jet skied" (water scooter?) vit ein tíma við Meinhardi; ein guide vísti okkum og fortaldi, hvar "Svartaskegg" krógvaði seg og segði frá sjórænarasøgum, sum hoyra til eina tílíka ferð … Tað var ótrúliga áhugavert! Ein hávur svam ikki meira enn einar 10 mertar frá okkum!
Seinasta kvøldið ótu vit døgurða saman við Meinhardi, ja við skiparaborðið, Captain´s Table! Hann hevði eisini bjóðað nøkrum av mannskapinum, sum hann hevði siglt saman við hesar tríggjar mánaðirnar, hann hevði verið um borð henda túrin …. Vit hugnaðu okkum og mintu okkum á, hvussu tað gekst við KÍ í 1999 og um, hvørjar vónir eg hevði fyri framtíðini hjá felagnum!
Hetta vóru sanniliga tríggir ógloymandi dagar, og eg var errin av, at ein persónur, sum eg kendi úr Føroyum og har afturat úr Klaksvík, skuldi hava ábyrgdina og skipa fyri á einum so stórum skipi og við manning úr so nógvum ymsum londum!! Hetta meti eg  veruliga vera eina "success story"!! Vit tóku nógvar myndir, og sendi tær tvær at hyggja at…

Tús

nd takk, Meinhard !!
Tony Paris við familju
 
 

Harleywoodpaint