Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskur dansur á Norðoyastevnu

Oliver Joensen

Leygarkvøldið, Norðoyastevnuaftan, skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri stórum føroyskum dansi í Skálanum.

Heini Mohr frá Klaksvíkar Dansifelag sigur, at felagið vónar góða undirtøku til føroyska dansin á Norðoyastevnu.
Vit ætla at byrja kl. 22.00 leygarkvøldið og um 11.30 tíðina verður ein steðgur, tá farið verður til miðnáttarsamkomu. Men aftaná felagssangin í Vágstúni verður farið aftur í Skálan at dansa, og dansað verður so leingið fólkið orkar.
Eitthvørt verður eisini til matnað í Skálanum.
Tá eg sigið, at vit vænta góða undirtøku til føroyska dansin, so er tað ti at vit hava boðað øllum dansifeløgunum í landinum frá norðoyastevnudansinum, so vit rokna við at eitt nú fólk úr Eysturoynni fara at nýta høvið at koma hendavegin, sigur Heini Mohr at enda.