Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyskur dansur og Digital foto

Føroya Fólkaháskúli

Vikuskiftið 14.-15. februar bjóðar Føroya Fólkaháskúli enn einaferð tvey spennandi vikuskiftisskeið út. Hesaferð í føroyskum dansi og kvæðaskaldskapi við v. Jónleif Johannesen og skeið í digital foto v. Edvard Nyholm Debess.

Á dansiskeiðinum fáa vit vitan um kvæðini og føroyska dansin, fyrr og nú. Vit læra at minnast kvæðini uttanat og at skipa í dansi. Skeiðið er skipað sum stuttir fyrilestrar, bólkaarbeiði og farið verður upp á gólv.

Í digital foto fært tú høvi at menna tín persónliga fotostíl. Eisini lærir tú at síggja motivið, at komponera myndina og fanga løtuna. Skeiðið er skipað við fotouppgávum, bæði fyri einstaklingar og í bólki.

Luttakaragjaldið fyri eitt vikuskiftisskeið er 1.500 kr. við gisting, mati og undirvísing frá fríggjadegi seinnapart til sunnudag seinnapart. Øll, sum er fylt 15 ár eru hjartaliga vælkomin. Les meira um skeiðini og um øll hini vikuskiftis- og várskeiðini á heimasíðuni www.haskulin.fo