Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskur portalur um føroyingar í Danmark

MittFO.dk Redaktion

Tann 1. august fer tann føroyski portalurin fyri føroyingar í Danmark av bakkastokki. Talan er um fyrsta portal av hesum slag, og kemur hann at fevna um alt tað, sum er um føroyingar og av føroyingum í Danmark.

Portalurin, sum hevur fingið heiti MíttFO í Danmark www.mittfo.dk, hevur til endamáls at savna alt tilfar, sum er gjørt av føroyingum og um føroyingar, sum eru í Danmark. Við hesum verður tað lættari og skjótari at fáa eitt yvirblik yvir alt tað, sum hendir ímillum føroyingar í Danmark.

Tann føroyski portalurin í Danmark ynskir tætt samstarv millum øll føroyingafeløg og onnur føroysk áhugafeløg, hetta fyri at lesarin fær so góðan kunnleika og vitan sum ynskist.

Við mittfo.dk verður tað eisini lættari hjá føroyingum heima í Føroyum at fylgja við, hvat hendir í Danmark um og millum føroyingar. Mittfo.dk kemur at verða eitt bindilið, fyrst og fremst millum føroyingar í Danmark og so millum føroyingar í Danmark og heima í Føroyum.