Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forsetin í FSF hevur undirskrivað eitt skjal har NSÍ fær 60.000 krónur frá FSF fyri at selja Hjalgrím Elttør

John William Joensen

Fyri fyrstuferð í søguni skal eitt Fótbóltsamband gjalda pening fyri at leikari skiftur til annað felag.

Fríggjadagin 25. juni skiftir Hjalgrím Elttør felag.

Umsitingin hjá FSF metir at NSÍ hevur ikki yvirhildið sáttmálan við leikaran og tá KÍ og Hjalgrím biðja um at fáa leikaraloyvi flutt til Klaksvíkar verður tað eftilíka eftir galdandi reglum, sum eitt umsitingarligt mál.

Men sama dag koma kontraboð frá FSF har boðað verður frá at leikaraloyvið verður afturkallað og Forsetin í FSF kallar KÍ og NSÌ til semingsfund í Havn.

Tað er sjálvur forsetin í FSF, Høgni í Stórustovu, sum stjørnar semingsfundinum leygardagin 26. juli.

Á fundinum heldur NSÍ fast um at felagið skal hava 60.000 krónur fyri Hjalgrím Elttør – men KÍ vil ikki hoyra talan um hetta.

Eftir langt kjak kemur forsetin við einari semju har hann skjýtur upp at FSF skal rinda NSÍ 60.000 krónur fyri leikara loyvið og at KÍ – sum fyrr hevði bjóða 40.000 krónur fyri leikaran –  skuldi mótroknast hesum krónitalinum.

Sambært hesum roknistykki skuldi FSF gjalda 20.000 kr til NSÌ fyri at fáa semju millum partarnar.

Kì skuldi spæla týðandi dyst dagin eftir og kendi seg kroyst til at finna eina semju fyri at fáa leikaraloyvið útskrivað.

Í teldubrævið til FSF gerð KÌ eftirfylgjandi greitt at teir ikki meta at felagið skal galdað eina krónu, tí sambært avtaluni skuldi uttanveltaður løgfrøðingur eftirfylgjandi gerða eina niðurstøðu um sátmálin millum NSÍ og leikaran framhaldandi var galdandi og um NSÌ hevði nakað krav.

Hendan metingin er ongantíð gjørd.
 
Tann 6. august í samband við dystin millum KÍ og HB fekk leiðslan í KÌ boð um at koma á fund at skrivað undir eitt skjal. Í fundarboðunum var sagt at formaður NSÍ’s eisini skuldi verða til staðar á fundinum soleiðis at partarnir skuldu skriva undir semjuna samstundis. Men tá komið er á fundin er eingin NSÍ formaður og hóast Høgni í Stórustovu ringir til viðkomandi, so kemur NSÍ formaðurin ongantíð á fundin.

Leikaraloyvið varð útskrivað longu leygardagin 26. juni og tí valdið leiðslan í KÌ at undirskrivað skjalið, sum lá á borðinum vísandi til semjuna um eina óvildiga løgfrøðisliga niðurstøðu.

Eftirfylgjandi ger Kí vart við at felagið ongantíð hevur gingið krøvum frá NSÍ á møti – tí felagið metir ikki at krøvini frá NSÍ hava løgfrøðiligt gildið.

Kí ger eisini vart við at felagið ikki metir Christian Andreasen verða gegniðan at standa fyri løgfrøðisligu kanningunum og tí skal annar løgfrøðinur – sum er uttanveltaður – standa fyri arbeiðinum.

KÌ vísir á at út frá Andy Webster dóminum er tað ikki loyvt at krevja meira enn restupphædd av sáttmála.

KÍ metir í hesum førið tíðarskeiði at verða mundandi styttir enn metingin hjá NSÍ.

Í teldupostinum til FSF undirstrikar KÍ at tá ein lesur nógv umrødda skjalið virkar tað, sum at KÍ skal gjalda 40.000 kr  – og síðani fáa pengarnar aftur tá løgfrøðin er komin við sínari niðurstøðu ella gjalda rest tíðarskeiðið um løgfrøðin sigur tað.

Felagið hevur tó ongantíð fingið at vita frá FSF hvussu sambandið tulkar orðingarnar í skjalinum og tí vil felagið ikki gjaldað eitt oyrað.
 
Felagið metir stutt og greitt at FSF skal leggja pening út til NSÌ til løgfrøðin er komin til eina niðurstøðu og at KÍ ikki kemur at gjalda meira enn Andy Webster dómurin áleggur.
 
Avtalan bindur FSF
Eftir stendur tó at formaðurin í FSF, Høgni í Stórustovu, hevur bundið Fótbóltssamband Føroya at gjalda NSÍ 60.000 krónur fyri at flyta leikaraloyvið frá NSÍ til KÍ.

Sum Norðlýsið skilir var nevndin í FSF eftirfylgjandi ikki nøgd við hesa avtalu og ikki fæst at vita um peningurin nakrantíð er fluttur til NSÍ.

NSÍ hevur tó kravt at fáa peningin útgoldnan frá FSF – men meira fæst ikki at vita um hetta.

Hetta er óivað fyrstuferð í søguni at eitt Fótbóltssamband skal gjalda einum fótbóltsfelag pengar fyri ein leikara.

Tað er ikki gjørligt í løtuni at fáa viðmerkingar til málið frá FSF, men sum skilst er ósemja í FSF um handfaringina av málinum.

Eftir stendur tó at undirskrivt forsetans – bindir felagsskapin – og NSÌ eigur tí fullan rætt til 60.000 krónur frá FSF fyri søluna av navnframa áleyparanum.