Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forskattingin av pensjónum tryggjar avlopið

Helgi Abrahamsen

“Vit hava fingið vent gongdini, og eftir 8 ár við halli hava vit nú avlop.”

“Vit hava fingið vent gongdini, og eftir 8 ár við halli hava vit nú avlop.”

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur í morgun havt tíðindafund um uppskotið til fíggjarlóg fyri 2017. Úrslitið vísir 112 mió. krónur í avlopi.

Hóast øll kunnu fegnast um, at talið á botnlinjuni endiliga aftur kann skrivast við svørtum, eftir at tølini hava verið reyð tey seinastu nógvu árini, so er tað lagnunnar speisemi, at tað júst er forskattingin av pensjónum, sum tryggjar avlopið hjá Kristinu Háfoss.

Kristina Háfoss hevur nevniliga gjørt tað til sítt vørumerki at endurtaka, at forskattingin av pensjónum eru pengar, sum eru tiknir frá framtíðar føroyingum, og tí skulu hesir pengarnir ikki teljast við í úrslitinum hjá landskassanum.

Men á tíðindafundinum í morgun taldi Kristina Háfoss hesar pengarnar við, og tí bleiv úrslitið eitt avlop. Um hon ikki hevði talt forskattingina við, so hevði úrslitið verið hall.

Eitt annað sum eisini pyntar væl um talið á botnlinjuni er at samgongan um ársskiftið lækkaði grundarupphæddina í fólkapensjónini og hækkaði útgjaldið úr Samhaldsfasta tilsvarandi. Harvið fekk landskassin minni í sín part at gjalda til pensjónir, og samstundis fær landskassin eina størri inntøku orsaka av, at bæði tey sum gjald inn í Samhaldsfasta og tey sum fáa pengar úr Samhaldsfasta, skulu rinda skatt av pengunum til landskassan.

Men hetta eru ikki einastu orsøkirnar til avlopið á fíggjarlógaruppskotinum. Landsstýrið ætlar at halda aftur í rakstrarútreiðslunum, sum einans hækka við 1,8 prosentum í komandi ári, og íløgurnar á fíggjarlógini fara úr 322 mió. krónum niður í 257 mió. krónur. Eisini hevur landsstýrið havt samráðingar við kommunurnar og almenn feløg, fyri at fáa tey at halda aftur við íløgunum. 

“Hetta hevur millum annað havt við sær, at SEV og Bústaðir hava útsett nakrar íløgur,” segði Kristina Háfoss.

Búskaparliga gongdin í Føroyum er góð. Kristina Háfoss vísti á, at vit hava ein búskaparvøkstur á millum 7 og 8 prosent, og inntøkurnar hjá landskassanum hækka við 4,5 prosentum í komandi ári. Men vandi er í hvørjari vælferð. Kristina Háfoss segði, at innan byggivirksemið (serliga í miðstaðarøkinum) eru sokallaðir “fløskuhálsar” at hóma.

Góða gongdin í samfelagnum litar tølini á botnlinjuni á fíggjarlógini svørt, men Kristina Háfoss kann tó framvegis takka forskattaðu pensjónunum fyri, at tølini ikki eru reyð.

(sí videoklippið undir greinini)