Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forsøgnir sum byggja á 21 umfør í Formuladeildini: Við 28–29 stigum er KÍ tryggjað frá niðurflyting

Norðlýsið ÍTROTTUR

Forsøgnir, sum byggja á 21 leikumfør, siga, at KÍ teoretiskt er í 6 – 9,5% vanda fyri at flyta niður í 1. deild, men at 2 sigrar og 1 ella 2 javnleikir í teimum 7 síðstu umførunum er nóg mikið til at tryggja framhaldandi sæti í Formuladeildini.

Sum kunnugt eru tað ikki turr hagtøl og forsøgnir, men úrslit av veruligum dystum, sum fara at gera av, hvørji lið í ár fara at flyta niður úr Formuladeildini.

Kortini kann tað vera áhugavert at fáa nøkur boð upp á teir teoretisku møguleikarnar, nú KÍ flýtur heldur tungt í vatnskorpuni í Formuladeildini.

Vit á Norðlýsinum hava til stuttleika fingið gjørt nakrar forsøgnir út frá úrslitunum higartil í 21 teimum fyrstu umførunum fyri at staðfesta, hvussu teir teoretisku møguleikarnir hjá liðunum eru fyri at yvirliva í Formuladeildini.

Úrslitini higartil í hesum seinasta umfarijnum (21. umfari) hava lagað seg til fyrimunar fyri KÍ og Skála á tann hátt, at øll hini botnliðini hava tapt sínar dystir.

Sostatt hevur serliga KÍ mánakvøldið ein gyltan møguleika at vinna seg longur frá niðurflytingarstrikuni við einum sigri á Skála.

Hinvegin kann Skála eisini vinna seg nærri bjargingini við at vinna hendan týðandi dystin ímóti KÍ.


Fortreytir fyri
forsøgnunum

Vit hava hugt at líkindunum fyri endaligu støðuni í Formuladeildini í ár við einum einføldum modelli, sum koyrir nakrar simuleringar yvir hvat kappingin í ár kann enda við.
 
Vit hava brúkt 2005 sum lutvíst grundarlag hvat fordeilingum og tendensum viðvíkur, av tí at hetta kappingarárið líkist merkiliga nógv árinum í ár, men sjálvandi taka vit støði í núverandi støðu eftir 21 umfør í 2008.

Síðani verður hvør einstakur dystur av teimum 31, sum eftir eru í deildini í ár, simuleraður.

Tilvildin er løgd inn í hvønn dyst, men liðini hava styrki, eftir sum tey liggja á talvuni nú.

Tað vil t.d. siga at KÍ við 21 stigum hevur uml. 48% av styrkini hjá EB/Streymi, sum nú hevur 44 stig, men vit hava eisini hugt eftir og roynt at siktað eftir eini samlaðari fordeiling av stigum millum ovaru og niðaru helvt á sama støði, sum tað var í 2005. Tá fekk ovara helvt 69% av stigunum í teim síðstu 7 dystunum og niðara helvt sostatt 31% av stigunum.


Skála flytir niður saman við
B71 – ella kanska KÍ ella ÍF

 
Í fyrsta umfari eru gjørdar 50 simuleringar, og uttan at vísa hvørt einstakt úrslit kunnu vit avdúka fylgjandi niðurstøður:

Nr. 1:
EB/Streymur verður við 98% sannlíki meistari í 2008. NSÍ hevur 2% kjans fyri at fara avstað við meistaraheitinum sambært hesi forsøgn.

Nr. 2:
NSÍ, B36 og HB hava ávikavist 48%, 32% og 16% møguleika fyri at gerast nr. 2. Eisini hevur Víkingur ein smalan møguleika við 2% og skuldi EB/Str. kiksað, ja, so verða teir nr. 2 – 2% kjansur fyri tí eisini.

Nr. 3:
Sannlíkindi fyri at blíva nr. 3 býta seg við: HB: 34%, B36: 30%, NSÍ: 26% og Víkingur 10%.

Nr. 4:
Fjórða plássið hevur Víkingur 34%, HB 30%, B36 22%, NSÍ 12% og B68 hevur 2% møguleika fyri at náa tí plássinum.

Nr. 5:
Fimta plássið tykist Víkingur hava stóran møguleika fyri at náa, 50%, meðan HB og B36 hava 16% møguleika og NSÍ hevur  12% møguleika at enda á fimta plássi.

Nr. 6:
Sætta pláss hevur B68 58% møguleika fyri at vinna, ÍF hevur 26% møguleika fyri hesum, KÍ hevur 8% meðan Víkingur hevur 4% kjans.

Nr. 7:
ÍF hevur 38% møguleika fyri at enda á sjeynda plássi. B68 og KÍ hava 30% møguleika fyri hesari endapositión og B71 hevur ein smalan kjans – 2%.

Nr. 8:
Áttanda plássið hevur KÍ meir enn helvtarmøguleika fyri at náa, 56%, meðan ÍF hevur 34% møguleika fyri hesi endapositión og B71 hevur 6% møguleika.

Nr. 9 (niðurflyting):
Ovara niðurflytingarplássið eiga hesi fýra liðini: B71: 66%, Skála: 26%, KÍ: 6% og ÍF: 2%.

Nr. 10 (niðurflyting):
Niðastu positiónina eigur: Skála: 74% og B71: 26%.
 

Sett upp í talvu síggja hesi sannlíkindi soleiðis út:
 
          Nr.1  Nr.2  Nr.3  Nr.4  Nr.5  Nr.6  Nr.7  Nr.8  Nr.9  Nr.10
EB/S   98%  2%   0%   0%   0%   0%   0%    0%    0%   0%
VÍK      0%   2%  10%  34% 50% 4%   0%    0%    0%   0%
B36     0%  32% 30%  22% 16%  0%  0%    0%    0%   0%
NSÍ     2%  48% 26%  12%  12%  0%  0%   0%    0%    0%
HB      0%  16%  34%  30% 16%  4%  0%    0%    0%    0%
B68     0%   0%   0%    2%    6% 58% 30%  4%    0%    0%
ÍF        0%   0%   0%    0%    0% 26% 38% 34%   2%    0%
KÍ        0%   0%   0%    0%   0%   8%  30% 56%   6%    0%
B71     0%   0%   0%    0%    0%  0%   2%   6%   66%  26%
SKÁ     0%   0%   0%    0%    0%  0%   0%   0%   26%  74%
 
Samanutikið:
Sagt enn styttri og við meiri vanligum orðum kunnu vit siga at hendan prognosan sigur at EB/Streymur næstan heilt sikkurt verður meistari og at Skála flytir niður.
Hitt liðið, sum flytir niður verður allarhelst B71 við einum lítlum møguleika fyri at KÍ ella ÍF kann gerast svartiper.
B71 Hevur 8% møguleika at yvirliva, KÍ hevur 94% møguleika og ÍF hevur 98% møguleika fyri at sleppa undan niðurflytingini.
 

Ein onnur forsøgn gevur KÍ
9,5% kjans fyri niðurflyting

 
Fyri at gera eina meira áhugaverda og kanska eisini meiri álítandi og sigandi prognosu, hava vit eisini koyrt simuleringina 200 ferðir og bara hugt eftir KÍ og hvar KÍ endar í hvørji einstakari koyring.

Hugt verður eftir, hvat nr. KÍ endar á og hvussu nógv stig KÍ hevur í hvørjum einstøkum føri.
 
Hendan simuleringin við sama grundarlagi sum í forsøgnini frammanundan gav hetta úrslit:
 
KÍ endar sum nr. 5:                            1,5%
KÍ endar sum nr. 6:                            8,0%
KÍ endar sum nr. 7:                          30,0%
KÍ endar sum nr. 8:                          50,5%
KÍ endar sum nr. 9:   (niðurflyting)     9,0%
KÍ endar sum nr. 10: (niðurflyting)     0,5%

Við 29 stigum er KÍ 100%
tryggjað frá niðurflyting

 
Eitt annað, sum er enn áhugaverdari, er hvussu nógv stig skulu til fyri at yvirliva?
 
Hyggja vit at, hvussu nógv stig KÍ hevur, tá teir enda á niðurflytingarplássi, sær tað soleiðis út:
 
Sum nr. 9 við 28 stigum:     1 ferð
Sum nr. 9 við 27 stigum:     2 ferðir
Sum nr. 9 við 26 stigum:     6 ferðir
Sum nr. 9 við 25 stigum:     1 ferð
Sum nr. 9 við 24 stigum:     4 ferðir
Sum nr. 9 við 23 stigum:     3 ferðir
Sum nr. 10 við 22 stigum:   1 ferð
 
Gera vit so nakrar eyka simuleringar – 50 í tali – og hyggja eftir hvørjum plássi KÍ endar á, um so er at teir fáa 28 stig, síggja vit hetta úrslit:
 
*Sum nr. 6 við 28 stigum:    1 ferð   (  2%)
*Sum nr. 7 við 28 stigum:    9 ferðir (11%)
*Sum nr. 8 við 28 stigum: 39 ferðir  (78%)
*Sum nr. 9 við 28 stigum:    1 ferð   (  2%)
 

Vit kunnu her gera eina staðfesting, sum er týdningarmikil og verd at minnast til hjá KÍ-leikarum:

Vit síggja at í hesum testum okkara hendi tað bara 1 ferð út av 50 at teir fluttu niður við 28 stigum! 

Við øðrum orðum um KÍ vinnur tveir og leikar ein javnt av teimum eftirverandi 7 dystunum, ella fær 7 stig afturat teimum 21, teir hava nú, so er sannlíki fyri at teir flyta niður uml. 2%.

So … tveir sigrar og tveir javnleikir, og bjargingin er 100% heima!!

Tá vil KÍ hava 29 stig og simuleringar okkara hava ONGANTÍÐ havt KÍ sum niðurflytara við 29 stigum.

Hagtøl eru eitt men tað
er veruleikin sum telur

 
Omanfyri nevndu møguleikar var so tað, sum reint teoretiskar, matematiskar uppsetingar komu fram til, at roknast kann við restina av kappingarárinum.

Nakað heilt annað er, hvat veruleikin fer at siga, og tað er hóast alt hann, sum ger av, hvussu endaliga úrslitið verður.

Taka vit t.d. siðvenjuna við í roknistykkið, so hevur KÍ ongantíð í sínari 104 ára gamlari søgu flutt niður úr bestu fótbóltsdeildini.

Sagt verður, at siðvenja hevur stóra ávirkan á fótbóltsúrslit, so um tað passar, so átti KÍ ikki at flutt niður í ár.

Livst, so spyrst!

KOYR Á KÍ !!