Leikar í Lund skipar fyri serligari konsert í Klaksvík við Eivør Pálsdóttir tann 22. november.
Longu áðrenn atgongumerkjasølan til konsertina við Eivør Pálsdóttir byrjaði, hjá Leikar í Lund, vóru nógv atgongumerki bíløgd og av tí at avmarkað atgongd er til konsertina – mugu fólk bera skjótt at fyri at fáa hendir á atgongumerkjum.
Konsertin verður í Spaniastovu í gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík tann 22. november kl. 16 og atgongumerkini fást í Leikalund á telefon 457151.




