Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forsølan gingið strúkandi

John William Joensen

og øll atgongumerkini sum vóru gjørd til forsølu til Summarfestivalin eru longu seld, sigur Erik Biskopstø

– Vit høvdu sett 3000 atgongumerkir av til forsøluna sum endaði í gjár og vit kunnu staðfesta at øll atgongumerkini eru seld.
– Hetta er umleið tríðingurin av tí sum vit hava sett málið eftir at selja og tí má sigast at vit eru sera væl nøgdir.
Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summarfestivalinum, sigur at teir í løtuni arbeiða við at gera gera festivaløkið um til at taka ímóti 10.000 vitjandi.
– Vit vilja heldur hava ov góðar karmar og tí hava vit sett okkum sum mál at hýsa 10.000 vitjandi, og at vit longu hava selt ein triðing av hesum gevur eina góða ábending um at málið hjá okkum er á leið.