Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forsølan til KÍ ársveitsluna gongur væl

Jákup Ósá

Áhugin fyri ársins KÍ ársveitslu tikist vera størri enn vanligt.

Helvtin av teimum 350 atgongumerkjunum, sum í fyrstu atløgu vera til sølu, eru longu seld, nú forsølan hevur vart í 5 dagar. Ársveitslan hjá KÍ verður í Klaksvíkar Badmintonhøll 22. oktober kl. 19.00. Atgongumerkir á 350 kr. fáast í Faststøðini í Klaksvík. Á ársveitsluni verður m.a. góður matur, røður, undirhald, blususøla og dansur umframt, at ársins leikarar og stjørnuskot vera vald hjá kvinnum og monnum.

Á myndini frá KÍ ársveitsluni 2015 síggja við Heðin Klakstein, sum fekk handað heiðursplátu frá Agnar Frederiksen sum prógv um, at hann var valdur til ársins leikara hjá KÍ í 2015. Tað er Bláa Bylgjan, sum á hvørjum ári velur ársins leikarar hjá kvinnum og monnum.