Leygarkvøldið hin 12/8 hittust umleið 70 skúlanæmingar, sum fóru í skúla í 1966.
Hátíðarhaldið byrjaðið kl 16 í skúlanum á Ziskatrø, hvar í tey frammøttu nýttu høvi til at heilsa upp á hvønn annan.
Eftir kaffi og annað gott, bleiv fari út í kirkugarðin úti í grøv, hvar Gertrud Váðklett hevði nøkur orð og nevndu tey seks, sum ikki longur eru í millum okkum.
Frá kirkugarðinum bleiv so fari við bussi norður í bygdarhúsið í Haraldsundi, hvar í sjálvt hátíðarhaldið fór fram.
Her hugnaðu fólk sær til nakað út á náttina, til fylgið aftur bleiv flutt til Klaksvíkar við bussi. Ein sera positivur andi valdaði yvir hátíðarhaldinum og hava øll sum luttóku frá nær og fjar bert góð minnir at minnast aftur á.
Eina serstaka tøkk skulla stigtakarnir hava fyri fyrireikingarnar.
Vónandi gongur ikki alt ov long tíð, til at vit aftur kunna hittast.
Myndirnar sum blivu tiknar í samband við hátíðarhaldið, eru til keyps hjá PhotoCare í Klaksvík.
Vinarligast
Marius Magnusson




