Húsarhaldsskúli Føroya hevði opið hús í kvøld, við forvitnisligari mótaframsýning, har næmingarnir sjálvir gingu “catwalk” í klæðum tær sjálvar hava framleitt á skeiðinum, og síðani var høvi at síggja forvitnisligur framsýningina av handaligum arbeiði, sum næmingarnir annars høvdu gjørt.
Umframt føroysk klæði, klæði við annarleiðis prýðislutum áseymaðum, brodering, binding og annað mangt, so var eisini sera forvitnisligt glasarbeiði at síggja á framsýningini.
Høvi var eisini at fáa sær ein kaffimunn við ymiskum góðum afturvið á caféini, sum næmingarnir stóðu fyri.
Vit lata myndirnar tala fyri seg:




