Eisini í Aarhus verður skipað fyri kappróðri og fótbólti á stórskíggja. Ein lítil útiseta-norðoyastevna. Ein forvitnisliga og spennandi skrá.
Eisini í Aarhus verður skipað fyri kappróðri og fótbólti á stórskíggja. Ein lítil útiseta-norðoyastevna. Ein forvitnisliga og spennandi skrá.
Norðoyastevna er næstan betur umtókt uttanlands enn í Klaksvík. Kanska ikki so galið hóast alt. Men tað verða so norðoyastevnur hildnar í Keypmannahavn og í Aarhus. Í Aarhus verður eisini skipað fyri einum familjutiltaki fyrr á degnum. Í Aarhus greiða tey soleiðis frá tiltakinum:
Leygardagin tann 6. juni, skipar Fótbóltsfelagið Klettar fyri stórum tiltakið í Føroyingahúsinum.
Tad er í samstarv við Føroyingafelagid í Aarhus, at FF-Klettar komandi leyðardag skipar fyri stórum finalu-degi í samband vid at Champions-league finalan millum FC Barcelona og Juventus verður leikt. Tiltakið verður hildið í nýggju hølunum hjá Føroyingafelagnum í Aarhus, ið longu vísur seg at hava nógv vitjandi.
“Hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak síðani FF-Klettar bleiv sett á stovn, og tiltakið veksur hvørt ár. Í ár hava vit møguleikan at nýta nýggju hølini hjá føroyingafelagnum, so umstøðurnar eru batnaðar munandi” – sigur formaðurin fyri FF-Klettar, Per Jacobsen.
Hann leggur afturat at í ár hevur dentur verið lagdur á, at dagurin skal vera fyri øll í hava hug til sociala samveru, so ein nýtist ikki at vera áhugadur í fótbólti. Tað verður eitt sindur fyri øll, ung sum gomul. Millum annað verður skipað fyri grill medan kappródur frá Norðoyastevnu verður vístur á stórskýggjanum. Harafturat verður skipað fyri sokallaðari “pubquiz”. Finalan í Champions League millum FC Barcelona og Juventus verður vístur kl. 20:45, og eftir dystin verdur barrin opin inntil kl. 04.
Skráin fyri kvøldið:
kl.16.00: Kappróðurin á Norðoyastevnu
kl.16.00: Barrin opnar
kl.16.30: Grillin verður tendrað
kl.18.30: Pubquiz v/Teiti Rasmussen
kl.20.00: Upptakt til ChL finaluna
kl.20.45: Finala millum FC-Barcelona og Juventus
Fyrr á degnum skipar Føroyingafelagid í Aarhus fyri stórum familjudegi í útjaðarinum av Aarhus, Trige.




