Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forvitnislig Sølustevna 2003

Oliver Joensen

Í kvøld, (hóskvøldið) eru menn í ferð við at gera alt klárt til sølustevnuna 2003, sum skal lata upp longu fríggjadagin kl. 17.00

Fríggjakvøldið verður byrjað kl. 17 við at formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard setir stevnuna. Longu kl. 19 verður undirhald, tá Glott og Gleimur trýna á pallin, mótasýning verður kl. 20 og eisini fara KÍ-Cheerleaders at dansa og Kristel Lisberg at syngja. Beint eftir kl. 21 verður talentkapping, tá børn og ung herma eftir kendum stjørnum við dansi og sangi.
Leygardagin letur Sølustevnan upp kl. 15.00, Kl. 19.00 syngja Malan Eyðunsdóttur og vinfólk, mótasýning fyri vaksin verður kl. 20 og kl. 20.45 dansa KÍ-Cheerleaders.
Sunnudagin letur Sølustevnan upp kl. 15 og kl. 17.00 verður finalan í talentkappingini. Limir úr hornorkestrinum spæla kl. 18, mótasýning er kl. 20 og sølustevnan letur aftur umleið kl. 21.15.
27 ymiskir framsýnarar eru við á Sølustevnuni 2003 og teir umhoða 19 ymiskar handilsgreinar.