Í hesum døgum er KBI vertur fyri sera forvitnisligari vitjan ein sergjørdur framsýningarbussur frá SKF
SKF sum serliga er kent fyri framleiðslu av legum (lejer) til motorar vitjar í hesum døgum við einum serbygdum bussi har tann nýggjasta teknologiin verður sýnd fram.
Tey sum vitjað bussin fáa m.a frágreiðing um montering og avmontering av legum og hvøji tól kunnu brúkast. Eisini fáa tey venjing í at brúka nýggjastu amboðini o.a.m.
Bussurin var í Klaksvík Mándagin og mikudagin (ídag) vitjar bussurin Sundsverkið hjá SEV.
Tey sum hava áhugað í at fáa vitjan av bussinum meira at vita um bussin kunnu ringja til KBI tlf. 470200




