Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forvitnisligi fyrilestur Archibalds

Oliver Joensen

Tað var ein væl upplagdur Karl Birgir Isaksen, ið bjóðaði vælkomin til fyrsta tiltakið hjá Føroya Sjómannadegi í kvøld í Norðoya Sparikassa.

Orsøkin var fyrilesturin um endurbyggingina av húsum Nólsoyar Pálls á Biskupsstøð, sum Archibald Black helt fyri fullari fundarhøll í Sparikassanum.

Archibald megnaði á sín siðiliga hátt at greiða sera gjølla frá arbeiðinum, ið higartil er gjørt við endurbyggingini, og eisini kom hann inn á, hvørjar ætlarnir vóru við húsunum, tá tey einaferð standa liðug.

Men tað var ikki bert bygging, hann røddi um. Hann kom eisini inn á søguna um Nólsoyar Páll og greiddi eitt sindur frá árunum frá tí Nólsoyar Páll var føddur og til hansara 20 ára aldur.

Alt í alt ein sera áhugaverdur fyrilestur um enn eitt áhugavert tiltak í Klaksvík.

Í annaðkvøld verður tað so Símun Absalonsen, frá NUMO, ið kemur at røða um búskaparligu gongdina hjá útvaldum skipabólkum. Tann fyrilesturin er eisini kl. 19.00 í fundarhølunum í Norðoya Sparikassa.