Hvørt ár tá summarstevnurnar standa fyri durum, kemur sjálvandi kjak upp um stevnurnar.
Tað er onki at taka seg aftur í, at vit hava ikki duga serliga væl at tillaga summarstevnurnar til nýggju tíðina og tí hava tær fingið sera harða kapping frá teim mongu tilboðunum, sum vera givin fólki ídag.
Tosað hevur verið um, at festivalarnir , sjómannadagur, torradagar og onnur tiltøk taka burturav eitt nú Norðoyastevnuni. Tað kann væl vera at so er, men tað átti ikki at verið soleiðis, tí Norðoyastevnan er eitt heilt annarleiðis tiltak, sum átti at havt áhuga hjá fólki um rætt var farið fram og stevnan var dagførd.
Tað er ongin ivi um, at fólk vilja undirhaldast og tað er júst undirhaldsvirðið í summarstevnunum, ið ikki hevur fylgt við tíðini.
Tá tosað verður um summarstevnur, so er tað sjálvandi tjóðarítrótt okkara, kappróðurin, sum kemur okkum til hugs. Og innan kappróðurin valdar kreppa, tí vandi er nú fyri, at als ongin tíggjumannafarðsróður verður í ár. Hetta eru júst flaggskipini í tjóðarítrótt okkara og vera tey fyrst drigin í neystið fyri seinastu ferð, ja, so er skjótt til, at aðrir bátar eisini fara at fáa somu lagnu.
Fráfarandi formaðurin í KRF Oddur Olsen kemur við einum forvitnisligum hugskoti í blaðnum ídag, har hann appelerar til kappróðrarfeløgini í Norðoyggjum um at leggja saman. Hetta er sjálvandi sera áhugavert og átti heilt víst at verið tikið upp, tí tað eru nógvir háttir at leggja saman uppá.
Nú verður tosað so nógv um kommunusamanlegging og samstarv so hví ikki samstarv innan kappróðrarfeløgini eisini? Tað er jú ikki neyðugt at alt sum hevur við kappróður í Norðoyggjum skal vera í sama húsi, nei, tvørturímóti, so hevði kappróðurin helst havt gott av at notið styrkina í teim ymsu lokalsamfeløgunum í Norðuroyggjum og helst væl stuðlaðið av einari stórkommunu.
Vit hava fyrr skotið upp, her í hesum teigi, at Norðoyastevnan eisini var umskipað til eitt betur organiserað kappróðrarshow enn higartil. Vit áttu at havt meginpartin av aktivitetunum á Norðoyastevnu kring kappróðrarøkið, væl fyriskipað við áskoðaraplássum stórskermum og tað sum hoyrir einum eini rættuligari kappróðrarstevnu til.
Tað hevði ivaleyst verið rætt, at kappróðurin meira var ímyndin av Norðoyastevnuni enn talan er um ídag. Tað eigur at bera til at skipa so fyri, at vit áskoðarar fara út á kappróðrarøkið at vera fyri dagin, har vit bæði vera undirhildin og fáa tað neyturviliga til matna.
Tað ber til tá onnur tiltøk vera fyriskipaði, hví so ikki á Norðoyastevnu.




