Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føstulávintsdagur í KÍ-høllini

Oliver Joensen

Upp til 500 børn og vaksin møta vanliga upp til tunnuslátturin í KÍ-høllini leygardagin áðrenn føstulávint.

Hesaferð also næsta leygardag, t.v.s. tann 21. februar kl. 14:00.
Tað verður, sum vanligt, stuttligt og festligt, við flott útklæddum grýlubørnum og buldrandi tunnum.
Hetta er eitt gott høvi hjá foreldrum at avgreiða tunnuslátturin saman við øllum børnunum.
Skipað verður samstundis fyri mat/køkutombola inni í høllini.
Tað er Klaksvíkar Hornorkestur, ið stendur fyri føstulávintshaldinum í KÍ-høllini.