Thurid Brend, sum er læknaeksaminerað fótarøktari, hevur latið fótarøktina Quintus upp á Viðareiði. – Thurid er nýútbúgvin og sær fram til eina spennandi tíð við egnari fyritøku.
Thurid Brend, sum er læknaeksaminerað fótarøktari, hevur latið fótarøktina Quintus upp á Viðareiði. – Thurid er nýútbúgvin og sær fram til eina spennandi tíð við egnari fyritøku.
Nú er lagamanni at vera viðingur. Umframt fótarøkt, er eisini frisørur og massørur á Viðareiði. Tað trýtur ikki við vælveru, kunnu vit siga. Fótarøktin hjá Thurid Brend er tað nýggjasta innan vælveruøkið á Viðareiði.
Lisið til fótarøktara á netinum
Thurid Brend hevur tikið eina 1-ára langa útbúgving sum fótarøktari umvegis alnótina. Tað ber eisini til at taka hesa útbúgvingina í longri tíðarskeið, men Thurid valdi at taka alt um eina leið. Nú hon er útbúgvin, kann hon kalla seg ’læknaeksaminerað fótarøktari’.
– Ja, eg havi lisið á netinum, nærri upplýst á innowell.net. Royndirnar eru avgreiddar í Danmark. Í roynd og veru byrjaði eg upp á hesa útbúgvingina fyri nøkrum árum síðani, men føldi tá at eg mátti gevast, tí arbeiði og lesnaðurin passaðu so illa saman. – Men tá ið eg nú byrjaði aftur at lesa, vórðu teir fyrstu mánaðirnir deiliga lættir, tí eg longu eina ferð áður hevði verið í gjøgnum fyrstu bókina. Tann fyrsta tíðin á skúlanum, gjørdist tískil ikki so tung, greiðir Thurid Brend frá.
Tá ið Thurid Brend nú hevur lisið á netinum, hevur hon einans gjørt tað.
– Hesaferð havi eg lisið fulla tíð. Tað hevur givið úrslit, fortelur ein stolt Thurid frá.
Ein spennandi tíð fyri framman
Thurid Brend dylir ikki fyri, at tað nú er ein spennandi tíð fyri framman. Hon er spent upp á arbeiðsuppgávurnar og gleðir seg at sleppa at royna tey nýggju tólini, sum eru spildurnýggj.
– Eg havi gjørt av at starta upp her norðuri á Viðareiði, sum vit eisini búgva. Í síðstu viku hevði eg longu fult skema og í hesi vikuni verða líka nógvir ella fleiri kundar. So jú, tað er áhugi fyri hesum. Men tað kann eisini vera, at fólk bara eru spent í byrjanini; men lat okkum ikki vóna tað, sigur Thurid róliga á málinum.
– Tað er skjótt at koyra norður til Viðareiðis og nú verður tað tryggari, tá ið Viðareiðistunnilin er komin. So kundar úr øllum norðoyggjum og í Føroyum yvirhøvur, eru vælkomnir norður at røkta sær føturnar.
Quintus av bjóða
Nýggja fyritøkan hjá Thurid Brend hevur fingið navnið Quintus. Á latíni merkir Quintus lítlatá. Quintus hevur nógv at bjóða, sigur Thurid.
– Vanliga fótarøkt, parafinbað og neglalakk við pynt. Eisini er eitt tilboð, ið kallast luksus-fótarøkt, sum í royndum inniheldur alt frammanfyristandandi. Eisini kann eg koyra út til teirra, ið ikki hava møguleika at koma her. Umframt alt hetta, havi eg gávukort og kremir av kenda merkinum GEHWOL, greiðir Thurid Brend frá.
Tað er ikki bara snakk
Undirritaði kann skriva undir upp á, at fótarøktin hjá Thurid Brend ikki bara er snakk. Fótarøktin er góð. Undirritaði var so heppin at sleppa at royna fótarøktina á Quintus. – Avgjørt nakað, hesin fer at royna aftur.
Norðlýsið ynskir Quintus og Thurid Brend bestu
eydnu í framtíðini!




