Leiðslan í KÍ hevur í vetur arbeitt við Formulahópinum, og tað er longu nú greitt, at tað verða fleiri broytingar í hópinum. Í Jákupi Mikkelsen og Milic Curcic hevur KÍ fingið tveir profilar til felagið, og onkur styrkur kemur afturat – kanska enntá Rógvi Jacobsen frá HB.
Sambært leiðsluni er okkurt komið upp á pláss, og annað er við at koma upp á pláss. Hinvegin fara eisini onkrir spælarar úr hópinum, men hesari gongdini hevur leiðslan í stóran mun sjálv stýrt.
Annar av profilunum, sum higartil eru komnir til KÍ, er Jákup Mikkelsen, sum longu er virkin í felagnum sum venjari hjá smádreingjunum. Jákup krevur als onga presentatión fyri klaksvíkingar, hann kenna vit øll.
Curcic hevur
víst stabilitet
Hin nýggi styrkurin er tann 26 ára gamli Milic Curcic, sum hevur spælt í føroyskum fótbólti seinastu trý árini. Hann kom í 2005 til Skála at spæla, og fyrsti dystur hjá honum var ímóti júst KÍ tann 19. apríl 2005. Síðani hevur Milic Curcic bert verið burtur tveir dystir hjá Skála, so talan er um um ein sera støðugan spælara.
KÍ skrivar á heimasíðu síðnari, at felagið hevur í eina tíð fylgt Milic Curcic, og í heyst fall so avgerðin, og partarnir skrivaðu undir sáttmála.
– Milic er ein góður og nærlagdur verjuspælari, sum er í einum góðum aldri. Hann er seriøsur og miðvísur, og hann hevur hildið eitt høgt støði í føroysku kappingini. Vit rokna við at fáa stóra gleði av honum, sigur Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari.
Milic Curcic er vinstrabeintur og kann spæla bæði sum miðverji og vinstri bakkur.
– Mær hevur dámt sera væl á Skála, men nú var tíðin komin til at royna nakað nýtt, og eg eri fegin um at hava gjørt avtalu við KÍ, sum er millum stóru feløgini í Føroyum, sigur Milic Curcic.
Høgni og Gunnar
Farnir – og Paul?
Tað er longu nú greitt, at KÍ-liðið verður ikki heilt tað sama sum í farnu kapping, tí umframt nýggju leikararnar, so eru eisini onkrir farnir úr felagnum.
Høgni Madsen hevur júst skrivað undir sáttmála við ÍF, og sambært upplýsingum okkara, so er eisini greitt, at Gunnar Nielsen ikki verður at síggja á KÍ-liðnum komandi kappingarár.
Tann triði, sum Norðlýsið ikki hevur fingið greiðu á til komandi ár, er toppskjúttin hjá KÍ í fjør, Paul Clapson, sum í løtuni er heima í USA. Tað er eingin fráboðan komin frá nøkrum av pørtunum um, at hann ikki kemur aftur, men hinvegin er venjarin, sum kom við honum til KÍ, ikki longur í felagnum, og tí kann tað henda, at Paul velur at verða verandi vestan fyri Atlantarhavið – tað er tó als ikki vist, vit mugu bíða og síggja, hvussu leikur fer.




