Í FSF tíðindum nr. 5 sum var útgivið í samband við finaluna um løgmanssteypið, sigur formaðurin í Dómaranevndini, Karl Vidtfeldt at feløgini ikki taka uppgávuna í álvara
Undir yvirskriftini; "Dómarar – ein partur av spælinum", skrivar formaðurin í dómaranevndini m.a. at tá FSF bjóðaði feløgunum til fyrireikandi dómaraskeið í ár vóru eingir luttakarar tilmeldaðir.
Formaðurin í Dómaranevndini sigur m.a. at ein liður í felagsskapinum eru uppgávur dómarans.
– Eg vil siga tað soleiðis, at dómarin er ein partur av spælinum. Tá vit hugsa um tað stóru uppgávu, ið liggur í hesum arbeiði, tað ávirkan tað hevur á spælið og dystinum sjálvan, er tað spell, at feløgini ikki taka henda partin í størri álvara.
– Eins og undfarin ár bjóðaði Fótbóltssambandið í ár feløgunum fyrireikandi dómaraskeið við próvtøku. Tá ið tilmeldingar freistin var úti, vóru eingir luttakarar tilmeldaðir!
– Her má sigast, at feløgini ikki taka hesa uppgávu í álvara, hettar er jú ein partur av ábyrgdini hjá feløgunum. Uppgávan hjá Fótbóltsambandinum er at fyriskipa skeiðvirksemi við útbúnum skeiðleiðarum – instruktørum. So her kan orðatakið væl brúkast " eingin keta er sterkari enn veikasta liðið"




