Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fótbóltsfrustratiónir í Havn

Jóhann Lützen

Minni enn eitt døgn undan steypafinalunum komu harraboð úr Havn um, at tað hvørki var loyvt at hava konfetti við ella at fara inn á Tórsvøll at fagna vinnandi felagnum. Hetta kemur sum vera man dátt við hjá fjepparafeløgunum báðum, ið hava fyrireikað seg og keypt inn.

 

Ein kann ikki annað enn undrast – og ilskast – yvir, at færri enn 24 tímar áðrenn, at liðini fara á vøllin, koma slík boð. Fjepparafeløgini hava fyrireikað seg síðani 5. oktober, og tað er sjálvandi ikki bara sum at siga tað at umstilla seg grundleggjandi upp á minni enn eitt samdøgur.

Feløgini hava innkeypt nógv konfetti og annað festligt til at seta dám á veitsludagin, og tí er tað sum at fáa vátan vøtt, at boð koma í seinastu løtu um, at meginparturin av fyrireikingunum til finaluna skulu vera til fánýtis.

Kann hetta botna í frustratiónum í Havn um, at tað hvørki eydnaðist HB ella B36 at koma í finaluna í ár? Tað slepst ikki undan at hugsa tankan, tí bæði fyrraárið, tá HB var í finaluni, og í fjør, tá B36 var í finaluni, varð loyvt at skjóta konfetti upp og at renna inn á vøllin eftir loknan dyst. Tað er ikki fyrrenn nú, tá onki havnarfelag hevur spælt seg í finaluna, at hesar køvandi restriktiónirnar koma í gildi.

Limafeløgini í FSF eiga tí at viðgera spurningin um, hvørt finalurnar um løgmanssteypið og steypafinalan hjá kvinnum framyvir eiga at verða spældar aðrastaðni enn á Tórsvølli. Tað kundi eitt nú verið á uttanveltaðum vølli hjá einum av feløgunum, ið ikki rakk til hvørga finaluna, og tað felagið kundi, afturfyri at leggja vøll til, fingið ein prosentpart av áskoðarainntøkunum.

Í øllum førum er tað vert at umhugsa og venda í FSF, nú restriktiónirnar á Tórsvølli eru vorðnar so strangar, at tær køva nærum allan fjepparahugnan og -stuttleikan.

Standa núverandi restriktiónirnar við komandi ár eisini, eiga feløgini at krevja, at finaludystirnir verða fluttir til annan vøll. Ein vøll, har fótbóltsáskoðarar hava loyvi at fagna sínum liði.