Fyri ikki at seta spælarar í bás, hava vit valt landsliðsmyndina av írlendska kvinnulandsliðnum, sum vitjaði í Klaksvík fyri stuttum. Fótbóltsgallanevndin átti at sett eitt heilt lið.
Tað kann ikki annað enn skuffa, tá føroyska pressan velur at heiðrað teimum, sum hava gjørt eitt gott avrik innan ítróttina, at valið bert fellur á lyklapersónar, ið fokus hevur verið á alt kappingarárið.
Einki ilt er at siga um, at málmenn, toppskjúttar, talent og venjarar fáa steyp og verða heiðrar. Men hvat við øllum hinum, sum hava gjørt avrikið møguligt.
Norðlýsið heldur í hvussu so er, at tá fótbóltsgalla við føroysku pressuni heiðrar avrikum innan fótbólt ella aðra ítróttargrein, so eigur at vera hugsað um øll plássini á einum liðið, ið gera liðavrikið, sum vit altíð vilja síggja, soleiðis at heiðursmerki vera givin til øll plássini. Nevn tað so eitt elitulið ella eitthvørt annað. Men tað kann ikki annað enn skera í hjarta at eitt nú bert toppskjútti og málmaður fáa heiðurstekin og kanska onkur hissini leikari afturat. Tí liðítróttur er eitt liðavrik og pressan átti at verið meira at sær komin enn bert at fokusera uppá tað sum selur.
Stuðlið ítróttini við ítróttaranda.




