Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltskapping á Húsum

John William Joensen

Leygardagin byrjaði SISU sparkivallakappingin hvørs endamál er at skapa ein positivan anda millum FSF, feløg, bygdir, foreldur og børn

Samstundis var sparkivøllurin á Húsum alment handaður Húsa Kommunu og í hesum sambandi helt Rúni Heinesen eina røðu.

Borgarstjórin í Húsa kommunu, Súsanna Høgnesen, frøddist um nýggja vøllin og síðani var tað sjálvur KÍ-veteranurin, Harley Bertholdsen, sum fekk heiðurin at skjóta fyrsta málið á nýggja vøllinum.

Um SISU fótbóltskappingina
Leygardagin byrjaði eisini SISU sparkivallakappingin sum nú fer at ferðast kring smáu sparkivøllirnar sum eru bygdir ymsastaðni í landinum og í hesum sambandi hevur Føroya Bjór gjørt eina nýggja heimasíðu www.sisu.fo har fylgjast kann við hvussu gongur við kappingini.

Endamálið við kappingini er: At skapa ein positivan anda millum FSF – felagið – bygdina – foreldrini – børnini o.s.fr. 

At hava eitt tiltak, har sjálvt fótbóltsspælið, og gleðin við at luttaka í hesum, eru í miðdeplinum.

At vísa at fótbóltsspælið kann leikast á øllum plássum í landinum.

Allar kappingarnar verða skipaðar sum einkult tiltøk.  Aldursbólkurin er gentur og dreingir fødd í 1999-2000. Talið á luttakandi liðum er avmarkað til 8 lið.  Liðini kunnu verða mannaði av bæði gentum og dreingjum. 

Reglur, mannagongdir v.m.:  Hvør dystur er 5 minuttir.  Í minsta lagi 1 vaksin leiðari (foreldur e.l.) skal verða við hvørjum liði til kappingina.  Hvørt lið hevur 4 leikarar og kann hava 1 eykaleikara. Aftasti leikari kann taka bóltin við hondunum (kann verða málmaður). Luttakarnir fáa T-shirt og SISU-vatndunkar.  Føroya Bjór letur T-Shirt og SISU-vatndunkar til allar luttakararnar.

Harleyfacadeacryl