Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltskapping fyri sjómenn

Oliver Joensen

22 lið eru higartil meldað til fótbóltskappingina fyri sjómenn og seinasta freist at meldað luttøku er ímorgin, fríggjadagin á miðdegi. Seinasta ár vann Jákup B.

Palli Ziskasson, ið hevur skipað fyri hesi kappingini í fleiri ár sigur, at luttøkan hevur verið góð, og at tað altíð hevur verið ein hugnaligur dagur, har sjómann hava hitt hvønn annan.
Í fjørð var tað Jákup B, sum vann kappingina. Um onkur er sum ikki enn hevur meldað til, so kann hetta gerast um teldupostin palli@cig.fo men sum sagt, so skal hetta gerast áðrenn ímorgin á miðdegi.
Aftaná kappingina verður skipað fyri borðhaldi í Húsmøðrafelagshúsunum.
Kappingin fer fram hósdagin 28. desember.