Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltskappingin ”KÍ 100 ára KUP 2004” byrjar í kvøld kl. 18

John William Joensen

Í samband við stóra 100 ára haldið hjá KÍ bjóðar KÍ í dag til eina kapping í yngru deildunum og alla vikuna hevur fótbóltsskúli verið í Klaksvík

Kappingin byrjar sum sagt kl. 18:00 og er tað aldursbólkurin gentur 10-12 ár sum leggur fyri.
Kl. 19 spæla ságentur og í morgin kl. 9 byjar kappingini fyri smápiltar. Kl. 10 spæla piltar, kl 13:30 smádreingir og kl. 19 dreingir. Kl. 12:30 sunnudagin spæla genturnar.

28 lið
Við í kappingini eru 28 lið í sjey aldursbólkum og tilsamans verða leiktir 30 dystir.
KÍ fyllur 100 ár tann 24. august.

Kelda: www.ki-klaksvik.fo