Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltslandskappingin, 1. deild menn: KÍ hevur vunnið annan hvønn dyst

(
John Færø)

Úrslitini hjá fremsta mansliðnum hjá KÍ hava í ár verið sera óstøðug í landskappingini – ja, so óstøðug, at tað er eitt fast mynstur fyri, hvussu tey hava skift. Til dømis hevur KÍ í ár ongantíð vunnið tveir sigrar á rað í landskappingini!!

Við einum undantaki er tað soleiðis, at KÍ í landskappingini í ár higartil hevur vunnið annan hvønn dyst. So fast hava úrslitini hjá liðnum skift millum sigur og tap ella javnleik.

Gongdin í úrslitunum í landskappingini hevur higartil verið hendan: SIGUR-javnleik-SIGUR-javnleik-SIGUR-tap-SIGUR-tap-tap-SIGUR-tap-SIGUR-tap……
Ja, tað er næstan ótrúligt, at hetta ikki skal verða tilrættalagt frammanundan, so fast er skiftið millum úrslitini.
Undantakið í mynstrinum eru dystirnir ímóti NSÍ og HB, sum KÍ tapti báðar.

Úrslitini hjá KÍ í landskappingini hava higartil verið hesi:

Ímóti            Úrslit
GÍ úti             1-0    SIGUR
VB heima      2-2    Javnleikur
EB/St úti        1-0    SIGUR
B68 heima      0-0   Javnleikur
Skála úti         2-0    SIGUR
B36 úti           1-7    Tap
FSV heima     2-0    SIGUR
NSÍ úti            0-4   Tap
HB heima       1-2    Tap
GÍ heima        1-0    SIGUR
VB úti             0-1    Tap
EB/St heima   4-1    SIGUR
B68 úti           1-3     Tap

Írestandi dystir:
B36 heima     31/8
Skála heima   14/9
FSV úti          21/9
NSÍ heima     28/9
HB úti            5/10

Um gongdin í úrslitunum heldur fram sum higartil, so skulu vit kanska rokna við hesum úrslitum restina av kappingini:
Sigur ímóti B36, javnleik ímóti Skála, sigur ímóti FSV, tap ímóti NSÍ og sigur ímóti HB !!!