Sum nakað nýtt, so verður tað í samband við Intersport Summar Cup í ár møguligt hjá U11, U13 og U15 liðum at bíleggja gisting í Tórshavn.
Hetta er tí eitt upplagt høvið at byrja summarfrítíðina við einum fótbóltsvikuskiftið saman við tínum liðfeløgunum. Har tit fáa møguleika at hugna og stuttleika tykkum uttanfyri vøllin eisini.
Við hesum verður Intersport Summar Cup 2018 eisini eitt stórt sosialt tiltak, har man er saman alt vikuskiftið.
– Vit hava altíð haft eina ætlan um at bjóða gisting og vit vóna, at hetta kann vera við til at gera tiltakið enn betur, sigur Andrass Thomsen úr B36.
Øll liðini koma gista í skúlanum á Argjum og hetta er tí eisini ein møguleika at knýta vinarbond tvørtur um feløg.
– Á skúlanum verður møguleiki at spæla fótbólt, borðtennis og FIFA18. Samstundis sum vit sjálvandi fara vísa HM á stórskýggja, sigur Andras Thomsen úr B36.
Gist verður í skúlastovum á Argja skúla frá 6. til 8. juli 2018. Bussar koyra millum skúlan og vøllin, eins og vit kenna tað frá td. Dana Cup.


