Eftir ein 1-3 ósigur móti B68 á Injector Arena í illveðrinum sunnudagin, eru møguleikarnir hjá KÍ at umgangast niðurflyting úr 1. deild ikki serliga stórir.
KÍ var annars væl mannað í hesum dystinum:
Eilif
John (Bjarki)
Jógvan
Ári
Sigmund (Henry 30 min.)
Jósup
Jan J
Arnold
Kristoffur
Álvur (Rudolf)
Dávid.
Og heimaliðið kom eisini framum í dystinum, tá ið Arnold Joensen í 22. min. sendi eitt fríspark beinleiðis í mál.
Tá ið fyrri hálvleikur var umleið hálvrunnin, javnaði leikandi B68-venjarin, Súni Fríði Barbá, til 1-1.
Stutt eftir økti Pól Jóhannus Justinusen, og Jóan Símun Edmundson skoraði við góðum langskoti til endaligu støðuna 3-1 til B68.
Samanumtikið hevði B68 betra spælið frammi í dystinum og hevði tí sigurin uppibornan.
Hetta úrslitið gjørdi, at tað nú eru 5 stig frá KÍ upp til B68 og 4 stig upp til HB á stigatalvuni.
KÍ hevur dystir eftir at spæla. Báðir eru á útivølli, móti oddaliðunum AB og TB.
Sostatt eru møguleikarnir fyri bjarging frá niðurflyting blivnir meira teoretiskir enn praktiskt møguligir, og helst má felagið nú seta alla orku inn fyri at bera Formulaliðið tað seinasta stigið undan niðurflytingarhóttanini har.




