Eftir 1-1 javnleik móti HB í Gundadali hóskvøldið liggur KÍ framvegis næst niðast í 1. deild, og ein sigur í næsta umfari ímóti B68 er nú síðsti kjansur fyri bjarging.
Heimasíðan hjá HB skrivar, at hóast teirra lið hevði møguleikar til stórsigur, fingu teir einans javnleik móti KÍ hóskvøldið.
Við hesum úrslitinum er støðan á stigatalvuni ikki nógv broytt, og HB hevur framvegis KÍ og B68 aftanfyri seg.
Sagt verður, at talan var um ein til tíðir ferðmiklan og vælleiktan dyst.
HB legði betur fyri, men klaksvíkingar arbeiddu seg so líðandi betur inn í fyrra hálvleiki, og høvdu kanska leikliga yvirvág seinna helmingin av hálvleikinum.
Málmøguleikarnir vóru ikki nógvir í fyrra hálvleiki, men tá ið góður hálvur tími var leiktur, fekk HB mál.
Støðan var 1-0 til HB í hálvleikinum.
Petur Reinert hevði ikki meira enn sett seinna hálvleik í gongd, so eydnaðist KÍ at javna til 1-1.
Henry Heinesen legði bóltin væl innfyri, og har var Jósup Hendriksen á staðnum og skoraði trygt til støðuna 1-1.
Stórir málmøguleikar komu afturat, men liðini fingu ikki bóltin innum strikuna soleiðis at endaliga støðan bleiv 1-1.
Støðan í niðara enda av 1. deild er nú tann, at HB og NSÍ hava 23 stig, B68 21 stig, KÍ 19 stig og EB/Streymur 16 stig.
Dystirnir sum KÍ hevur eftir eru: B68 (h), AB(ú) og TB(ú).
Sostatt verður tað ein sera avgerandi dystur sunnudagin, tá ið B68 kemur á vitjan í Klaksvík.




