Eftir 13 dystir á rað uttan ein einasta sigur vann 1. deild hjá KÍ fyri fyrstu ferð aftur, tá ið NSÍ vitjaði í Klaksvík leygardagin, og birti harvið nýggjar vónir fyri at umgangast niðurflyting í 2. deild.
Vit skulu heilt aftur til 17. mai fyri at finna tann seinasta sigurin hjá KÍ í 1. deild, so tað kom sera væl við hjá liðnum, at tað nú aftur bragdaði.
Ímillum 17. mai og nú leygardagin, tá ið KÍ endiliga aftur vann, liggja íalt 13 dystir, harav KÍ hevur tapt 12 og spælt 1 javnan.
Hóast hendan sigurin á NSÍ, liggur KÍ-liðið tó framvegis á næst niðasta plássi í deildini, men nú er styttri upp til liðini beint omanfyri, sum bæði taptu sínar dystir leygardagin.
Støðan í 1. deild er nú henda:
01) VB/S 22 dystir +35 mál 53 stig
02) AB 22 dystir +49 mál 52 stig
03) 07 V 22 dystir +59 mál 50 stig
04) TB 22 dystir +36 mál 42 stig
05) VÍK 22 dystir –31 mál 27 stig
06) HB 21 dystir –15 mál 21 stig
07) NSÍ 22 dystir –14 mál 20 stig
08) B68 22 dystir –19 mál 18 stig
09) KÍ 21 dystir –39 mál 17 stig
10) EB/S 22 dystir –61 mál 13 stig
Hini úrslitini í 1. deild hetta umfarið vóru:
AB – Víkingur 6-2
TB – 07/Vestur 2-1
B68 – VB/Sumba 2-4
KÍ – NSÍ 4-1
EB/S – HB 3-1
Sostatt taptu tey liðini bæði, sum liggja stytst frá KÍ, og nú er bert 1 stig upp til B68 og 3 stig upp til NSÍ.
Um dystin er í stuttum at siga, at KÍ vann dystin sannførandi við málum av David Bertholdsen (2), Jósup Henriksen (1) og Arnold Joensen (1).
KÍ-liðið var soleiðis mannað (fyrivarni verður tikið fyri møguligum villum):
Í málinum: John William Joensen.
Í miðverjuni: Jógvan Isaksen og Ári Samson. Í dystinum var Ári so óheppin at fáa ein snudd í høvdið so hann mátti gevast at spæla, og Ásbjørn Tungá varð settur inn fyri hann í miðverjuna.
Høgri bakkur: Henry Heinesen, sum ímóti endanum av dystinum varð skiftur út fyri Rudolf Eliasen.
Vinstri bakkur: Kristian Andreasen
Mitt á miðjuni: Jan Joensen (leikandi venjari) og Tórður Lervig, sum stutt áðrenn hálvleikssteðgin varð skiftur út fyri Bjarka Vágstún.
Framrættaður á miðvøllinum: Arnold Joensen
Vinstri vongur: Jósup Henriksen
Høgri vongur: Gunnleiv Biskopstø
Áleypari: David Bertholdsen




