Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur, 1. deild kvinnur: Avgerðin um FM-heitið kann fella sunnudagin

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Nú sunnudagin 27/9 kl. 13 spæla KÍ-kvinnurnar tann avgerandi dystin um FM-heitið, ímóti AB á Argjum.

KÍ-kvinnurnar skulu til Argir at leika tann avgerðandi dystin um FM-heitið.

KÍ-kvinnurnar eru áðrenn dystin tvey stig frammanfyri AB, so um KÍ-kvinnurnar longu í hesum næst seinasta leikumfarinum skulu vinna meistaraheitið 10. árið á rað, skulu tær vinna dystin.

KÍ-heimasíðan skrivar, at tær kunnu eisini verða nøgdar við javnleik, men so skulu tær fáa stig í seinsta dystinum, fyri at vinna FM.

Dysturin á Argjum byrjar kl. 13 sunnudagin, so her er ein gyltur møguleiki hjá KÍ-fjepparum at heppa á KÍ-kvinnurnar, áðrenn leiðin gongur í Gundadal at heppa á mennirnar.

Dysturin verður eisini útvarpaður á Rás 2.

Komið nú øll til Havnar og stuðli bæði kvinnunum og monnunum.

(Kelda: www.ki.fo)