Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur, 1. deild kvinnur: KÍ-kvinnurnar vunnu 5-0 á GÍ og liggja nú á odda

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sunnudagin kl. 13:45 byrjaði dystur í 1. deild kvinnur millum KÍ og GÍ, og hann endaði við einum 5-0 sigri til KÍ, sum harvið er oddalið í 1. deild.

Í fyrra hálvleiki hevði KÍ havt  yvirvág,  hóast GÍ eisini hevði havt onkrar málmøguleikar.

Málini hjá KÍ í fyrra hálvleiki skoraðu Bára Klakstein, Rannvá Andresen og Malena Josephsen.

Harvið hava KÍ-kvinnurnar lagt seg aftur á odda í 1. deild við sama stigatali sum B36 (37 stig fyri 14 dystir), men KÍ-kvinnurnar hava munandi betri málúrtøku enn B36.

KÍ hevur eina málúrtøku á +40, meðan B36 "bert" hevur málúrtøkuna +23.

GÍ liggur á triðjaplássi við 23 stigum.