Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur, 1. deild menn: KÍ-B68 1-0 (0-0): Jan dugir enn at skjóta beinleiðis frísparksmál

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við einum perlumáli beineiðis upp á fríspark gjørdist Jan Joensen dagsins maður í 1-0 sigrinum hjá KÍ á B68 leygardagin.

Við hesum 1-0 sigrinum vann KÍ sær trý kærkomin stig í kappingini í 1. deild.

Eftir eina trilvandi byrjan upp á kappingina, har liðið tapti tveir teir fyrstu dystirnar, hava menninir hjá Allan Joensen nú vunnið fleiri dystir og liggja nú væl fyri á stigatalvuni.

Eyðkent fyri 1. deildarliðið hjá KÍ í ár er, at tað er ein góð blanding av evnaríkum ungum leikarum og nøkrum royndum monnum.

Eitt nú vístu teir tríggir veteranarnir, Jan, Allan og Arnold Joensen, sítt stóra virði fyri KÍ-liðið har teir hegnisliga stýrdu spælinum og hildu upp á bóltin, samstundis sum teir yngru geva liðnum skjótleika og stóra renniorku.

Leikliga býtið var annars rímiliga javnt, men ímóti endanum av dystinum tóktist KÍ at taka alt meira av spælinum, og tað gav at enda úrslit.

Tá ið á leið 20 minuttir vóru eftir av dystinum vann KÍ eitt fríspark eitt sindur til vinstru uttan fyri brotsteigarmarkið, og Jan Joensen, sum altíð hevur verið kendur fyri sítt góða frísparksskot, gjørdi tað enn einaferð:

Hann sendi bóltin skrúvandi dygst innan fyri handaru stong og í málið aftan fyri B68-málverjan Petur Meinhard Magnussen, sum var akkurát ov stuttur at røkka hesum framúr góða skoti.

Harvið var 1-0 til KÍ, og tað hildu klaksvíkingar dystin út og vunnu harvið ein týðandi sigur í hesari uppgerðini ímóti B68, sum liggur longur niðri á stigatalvuni í 1. deild.

Jan Joensen er venjari hjá KÍ-unglingunum, og teir hava leikt seg í steypafinaluna.

Allan Joensen og Finn Baldvinsson standa á odda fyri 1.deild hjá KÍ.