Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur, 1. deild menn: KÍ vann í Gundadali

John William Joensen

1. deildarliðið hjá KÍ vann leygardagin ein tryggan 3-1 sigur á B36 í Gundadali, og birti harvið aftur vónina um at sleppa undan niðurflyting.

Lagið var framúr gott í KÍ hópinum, tá teir seinnapartin leygardagin høvdu greitt ein bundnan arbeiðssetning, sum var at vinna á botnliðnum B36.

KÍ liggur enn til niðurflyting, og hvør dystur er tí ein bardagi fyri lívinum.

SÍ, sum liggur triðniðast, tapti leygardagin, og harvið er bert eitt stig á muni millum SÍ og KÍ, so nú er veruligur spenningur komin í.

Um dystin hjá KÍ ímóti B36 kann í stuttum sigast, at Otto Jacobsen legði KÍ á odda í fyrra hálvleiki og stutt eftir hálvleik javnaði B36.

John Hammer legði síðan KÍ framum 2-1, og so slóg Jákup Hansen sigurin fastan við einum máli til 3-1.

Koyr á KÍ !!