Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur: 2.deild menn: Sumba – KÍ 8-1 (3-0): Sumbingar skrædlaðu klaksvíkingarnar

John William Joensen

Ja, hví spælir man fótbólt?

Tað er eingin ivi um at allir fótbóltsspælarar spæla fyri at vinna, men tá ein upplivir at verða avsmurdur 8-1  kemur hesin spurningurin sníkjandi og ein hevur ilt við at finna røttu argumentini at forsvara tað at ein heldur fram.
– Ja havt skal man siga, tá ein er við til at tapa 8-1?
Tað kann samanlíknast við tá ein sum smádrongur plagdi at spæla Cowboy millum húsini her uppi á Hædd og Magnus Arge og Andras Sólstein, sum vóru nógv eldri enn vit, blandaðu seg uppí. Líkamikið hvussu stóran ómak ein gjørdi sær við at leggja fellur fyri teir, so doyðu teir ikki og tú endaði antin sum fangi ella bleiv dripin.
– Sum sagt so spælir ein fyri at vinna, men tá afturvendandi stórtap gerast ein trupuleiki, átti ein kanska at hugsað tankan um at lati IRF gaggurnar.
Í fjør tapti KÍ 4-0 í Sumba og hetta megnaðu klaksvíkingar so at fordobla til eitt 8-1 tap.
Tvs. at KÍ eftir bert tveimum árum hevur latið 12 mál inn í Sumba og hevur í sama tíðarskeiði bert megnað at skorða 1 mál í Sumba.

Langur teinur.
Tað er eingin loyna at tað er ein langur túrur til Sumba og hetta skapar altíð ávísar trupuleikar.
Smáskaðar blíva bráddliga til banasár, og teir sum føla sær nakran fredsting, setast aftur.
KÍ liðið fór av Klaksvík kl. 07:15 og komu til Sumba ein tíma undan dystinum, tvs. kl. 13:00. Tað tekur seks tímar at ferðast úr Klaksvík til Sumba og tað er klárt at hetta hevur sína ávirkan, men hettar er líka fyri báðar partar, tí sumbingar skullu jú eisini til Klakvíkar at spæla.

Dysturin
Ja- hvat skal ein siga. Undirritaði var 8 ferðir inni í málinum eftir bóltinum, og minnist seg annars ikki hava norti bóltin.
Og eitt afturat. KÍ leikti seinastu 20 minuttirnar við 10 monnum. Teir annars ósvikaligu tvillingarnir Jógvan og Martin leiktu í hvør sínari síðu. Nakað inn í seinra hálvleik avgerð venjarin at teir skulu skifta um pláss (fyri at forvirra sumbingarnar), men hvør bleiv forvirraður ella ikki, er ilt at meta um, tí í næsta álopinum ger Jógvan brotsspark og sær reytt.
Eftir dystin royndi Jógvan at forklara pápa sínum í telefonini at hann hevði veri við til at tapa 8-1 ímóti Sumba. Pápin spurgdi um teir høvdu spælt hondbólt!!!
Sumbingarnir vóru væl fyri, og serliga skaraðu útlendingarnir framúr, og hóast KÍ fleiri ferðir síndi góðar taktir í álopsleikinum, so vóru sumbingar ikki at steðga tá teir komu.
– Ná men dysturin endaði heili 8-1 til Sumba og meiri er ikki at siga um tann dystin. Úrslitið sigur alt.