Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur er ein munagóð inntøka hjá føroyska samfelagnum

John William Joensen

Formaðurin í HB, Finnbogi Arge, heldur at FSF átti at hildið eitt sindur aftur á útreiðslusíðuni,so meira var til føroysku fótbóltsfeløgini, men undirstrikar,at tey sum varða av føroyskum fótbólti, frá nevndarlimum, leikarum, dómarum og líka til áskoðarar, kunnu halda pannuni høgt og verða stolt av at fótbólturin er ein inntøkukelda fyri føroyska samfelagið og stuðlar eisini øðrum felagsskapum.

Vit kunnu altíð verða samd ella ósamd,um hvussu føroyskur fótbóltur skal rekast,og sjálvur havi eg gjørt vart við á aðalfundi í FSF at sjálvt átti fótbóltssambandið verið afturhaldandi í brúki av peningi so meira kom út til feløgini.

Men hetta krevur eisini eina professionalisering av fótbóltsfeløgunum og spurningurin er,um ikki tíðin krevur hetta og at vit tí áttu at sett eina tilgongd út í kortið.

Størsti parturin av inntøkunum,sum kemur frásjónvarpsrættindum og frá UEFA/FIFA,verða í dag brúktar til eitt sera víðfevnt virksemið,sum gongur út frá FSF. Seinru árini hava vit sæð eina støðuga menning av hesum arbeiðinum,og tað er sera gott.

Men tað er sum at feløgini eru í størri vanda fyri at gerast eftirbátar,og tí havi eg sagt at neyðugt er at FSF í størri mun fær meira pengar til føroysku feløgini,soleiðis at vit eisini fara at síggja eina meira professionella leiðslu av fótbóltsfeløgunum.