Stóru fótbóltsfeløgini tjena nógvar pengar – men tey brúka peningin so hvørt. Sponsku stórfeløgini gera alt fyri at vinna æru og heiður og hugsað minni um fíggjarliga partin. Um kappingarneytin brúkar allan sín pening at vinna meistara heitið, so ert tú noyddur at gera tað sama er niðurstøðan tá hugt verður í roknskapirnar hjá mest vinnandi feløgunum í Evropa og spaniólar skæra framúr.
Stóru fótbóltsfeløgini tjena nógvar pengar – men tey brúka peningin so hvørt. Sponsku stórfeløgini gera alt fyri at vinna æru og heiður og hugsað minni um fíggjarliga partin. Um kappingarneytin brúkar allan sín pening at vinna meistara heitið, so ert tú noyddur at gera tað sama er niðurstøðan tá hugt verður í roknskapirnar hjá mest vinnandi feløgunum í Evropa og spaniólar skæra framúr.
Fótbóltur er ein kapprenning – øll feløg brúka ov nógvan pening av ótta fyri tí sum hini feløgini kunnu finna uppá. Sponsku (Primera) feløgini hava megnað at brúkt hvørja einastu krónu, sum tey nakrantíð hava fingið hendur á vísir ein kanning sum nakrir búskaparfrøðingar hava gjørt. Serliga tíðarskeiðið frá 1994 til 2004 øktist miðal umsetningurin hjá feløgunum í fremstu deildini úr 32 mió. kr. upp til 440 mió. kr. (Í 2011 var miðal umsetningurin hjá feløgunum í fremstu sponsku deildini 633 mió. kr.). Hóast stóra vøksturin í inntøkunum fór í miðal 62% av inntøkunum til leikara lønir. Øktu inntøkurnar komu sostatt ikki feløgunum til góðar, men endaðu beinleiðis á lønarkonto hjá leikarum.
Kanningin av sponsku feløgunum vísti at ikki einans verða allir pengarnir sum feløgini eiga brúktir til leikarar men feløg kappast eisini at brúka pening sum tey ikki eiga.
Sambært sponskum búskaparfrøðingum brúktu Real Murcia, Real Zaragoza, Real Betis, Valencia, La Coruna og Atletico Madrid meira enn tey vóru før fyri at vinna – einans – uppá leikarar (2007-2008). Tvs. at tey høvdu undirskot tá leikaraútreiðslurnar vóru goldnar og tí var als ikki peningur til aðrar rakstrarútreiðslur. Avleiðingin er sjálvsøgd: Á einum lista sum spanski professarin í búskapi, Jose Maria Gay de Liebana, hevur gjørt sá skuldin hjá sponsku Premera División anno 2010 soleiðis út:
Feløg – samlað skuld: (Red. brot úr listanum)
FC Barcelona 4 mia. Kr.
Real Madrid 5 mia. Kr
Valensia 3,5 mia. Kr.
Atletico Madrid 3,3 mia. Kr
Tilsamans skyldaðu tey 20 feløgini í fremstu sponsku deildini við kappingarenda 2010 tað sum svarar til 22 mia. Kr. í okkara peningi.
Einhvør handilsmaður spyr seg sjálvan – hvat gera hesi feløg so við ovurhondsstóru skuldina?
Og her er júst tað sum ger fótbóltsfeløg til nakað sum er nógv tryggari enn størstu bankar í heiminum.
Fótbóltsfeløg rinda ikki skuld. Kredittorarnir eru flest allir viðhaldsmenn – og eru teir misnøgdir so fáa nevndirnar sekkin og nýggjar nevndir valdar sum lova at rudda upp – samstundis sum ørandi leikarakeypini halda fram.
Royndirnar vísa at eingin embætismaður hjá skattavaldinum, kredittorur ella bankamaður vil verða tann sum tekur avgerðina at steingja eitt siðbundið, søguríkt fótbóltsfelag.
Fótbóltur er at vinna fótbóltsdystir og ikki at vísa fram flottar roknskapir og útskrivað vinnisbíti til leiðslu og eigarar.
Kelda: Scoccernomic 2014




