Við einum fyrstafloks hugburði og einum stríðsvilja, sum leiddi tankarnar til Landskrona-landsliðið, vann KÍ sunnudagin í Djúpumýru við lutvíst broyttari liðuppstilling ein uppibornan 2-0 sigur á NSÍ, ið tað sama kundi (og kanska átti at) verið størri, tí málmøguleikarnir hjá heimaliðnum trutu ikki.
Í hesum dysti tala hagtølini sína greiðu talu: KÍ hevði 11 skot, sum raktu mál, meðan NSÍ bara hevði 5, og skotini, sum fóru við síðuna av málinum vóru 14 hjá KÍ og 4 hjá NSÍ!!!
Málini
komu eitt í hvørjum hálvleiki.
KÍ vann íalt 10 hornaspørk í dystinum meðan NSÍ vann 5 av slagnum, og tað var eftir eitt av hesum, at KÍ fær fyrsta málið.
Í 21. minutti vinnur KÍ hornaspark í høgru síðu, har Heðin sendir bóltin í hóskandi hædd eitt sindur uttarlaga inn fyri NSÍ-málið, og har er Paul Clapson hægstur á røttum stað og skallar so hart og ovarlaga ímóti NSÍ-málinum, at leikarin á linjuni bara klárar at skalla bóltin upp undir nettakið innan fyri málstrikuna, og so var 1-0 til heimaliðið.
Seinna málið kemur eftir uppspæl úr vinstru álopssíðu, har Chris Cerroni stutt frammanundan var komin inn fyri ein troyttan Gunnar Nielsen.
Chris spæl ein bólt á skák frameftir inn ímóti brotsteigarmarkinum til Paul, sum dregur fram við einum NSÍ-leikara og lyftir upp um Jens Martin í NSÍ-málið til 2-0.
Liðuppstillingin
Tað var beinanvegin greitt sunnudagin, at KÍ- venjarin hevði broytt liðuppstillingina og samansetingina eitt sindur, og mangt bendir á, at hann hevði valt røttu formatiónina, tí samanumtikið kom KÍ munandi betur frá hesum dystinum.
KÍ-liðið var eitt sindur broytt á tann hátt, at dentur nú ikki varð lagdur á álopsspæl í síðunum. Ístaðin varð KÍ væl mannað mitt fyri á miðvøllinum.
Meinhardt Joensen var sum vant í málinum, og tað sama mannaðu Jan Andreasen og Kaj Ennigarð miðverjuna.
Vinstri vongbakkur var sum vant Heðin á Lakjuni, men á høgra vongbakki var Harley Bertholdsen aftur at síggja, eftir at hann ímóti VB/Sumba hevði verið høgri álopsvongur
Defensivir á miðjuni vóru Símun Joensen og Høgni Madsen, offensivur var Gunnar Nielsen, meðan Oddmar á Lakjuni leikti mestsum alla staðni og tók sær serliga av at mansuppdekka besta playmakaran hjá NSÍ, Boga Løkin.
Fremstir í álopinum vóru so Erling Fles og Paul Clapson.
Framúr telving
av venjaranum
Omanfyri nevndu eygleiðingar av avrikinum hjá KÍ-leikarunum bera boð um eitt framúr avrik frá venjarasíðuni og 100% seriøsitetur og offurvilji frá leikarasíðuni.
KÍ hevði kjansir til at vinna dystin 5-0 ella 6-0 uttan nakað hóvasták, so góðar kjansir sum teir skaptu.
Uppstillingin og taktikkurin hjá KÍ í dag var rættuliga egin og eisini óvanligur. Segði frá einum venjara, sum torir væl.
Samanumtikið – hetta fyrsta talvið millum Tony og Mella vann Mr. Paris greitt!
Í blaðútgávuni hjá Norðlýsinum fara vit at gera meira burtur úr dystinum, bæði eini longri frásøgn og hagtølum fyri dystin, og somuleiðis fara vit í blaðnum at geva KÍ-leikarunum skoðsmál.




