Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur, Formuladeildin: KÍ-VB/Sumba 5-0 (1-0): Álopsfótbóltur gav KÍ uppibornan stórsigur

Oliver Joensen

Við eini álopssinnaðari liðuppstilling, ið líktiskt 4-2-4 við denti á vongspæl, varð VB/Sumba støðugt lagt undir trýst av KÍ, sum við hesum stórsigrinum er komið í gongd, men enn er tó ilt at meta um styrkina hjá KÍ-liðnum, tí VB/Sumba verður ikki sterkasta mótstøðuliðið hjá KÍ í ár.

Fótbóltur, Formuladeildin: KÍ-VB/Sumba 5-0 (1-0)

Álopsfótbóltur gav KÍ uppibornan stórsigur

Við eini álopssinnaðari liðuppstilling, ið líktiskt 4-2-4 við denti á vongspæl, varð VB/Sumba støðugt lagt undir trýst av KÍ, sum við hesum stórsigrinum er komið í gongd, men enn er tó ilt at meta um styrkina hjá KÍ-liðnum, tí VB/Sumba verður ikki sterkasta mótstøðuliðið hjá KÍ í ár.

Tað var ein hugalig liðuppstilling, sum KÍ-venjarin hevði valt at byrja við í Djúpumýru Skýrishósdag, har VB/Sumba var komið á vitjan í fyrsta heimadystinum hjá KÍ í Formuladeildini í ár.

Gamaní hevði VB/S í sínum fyrsta dysti vikuskiftið frammanundan vunnið 1-0 á heimavølli ímóti uppflytarunum úr AB, men hóast tað so verður VB/S fyri tann skuld ikki mett at vera millum tey sterkastu Formuladeildarliðini í ár.

Tí var tað í fínasta lagi, at Tony Paris legði út við eini ágangandi og álopssinnaðari liðuppstilling við 4 monnum í einum breiðum álopsmóti.



Liðuppstillingin

Framman fyri Meinhardt Joensen í málinum vóru miðverjarnir Jan Andreasen og Kaj Ennigarð, vinstri vongbakkur var Heðin á Lakjuni og høgri vongbakkur Leon Bjartalíð.

Framman fyri verjuketuna vóru bert 2 desideraðir miðvallarar: Símun Joensen og Gunnar Nielsen, og aftur framman fyri teir kom so álopsketan: Chris Cerroni í vinstru, Paul Clapson og Erling Fles mitt fyri og Harley Bertholdsen í høgru.

Tá lítil hálvur tími var eftir av dystinum, fekk Leon Bjartalíð ein snudd, og Julian Samuelsen varð tá settur inn fyri hann. Hetta broytti einki um liðsamansetingina, tí hann kom inn á júst sama pláss, har Leon hevði spælt, høgri bakkur.

Heilt fáar minuttir eftir tað varð Høgni Madsen skiftur inn fyri Harley Bertholdsen. Hetta broytti ikki sørt um liðið, tí meðan Harley var meira álopssinnaður og í høgra borði, so var Høgni eitt sindur aftari á vøllinum og eisini meira mitt fyri.

Tá eitt korter restaði av tíðini, varð triðja og seinasta KÍ-útskiftingin varð gjørd. Kristoffur Jakobsen kom tá inn fyri Gunnar Nielsen sum álopssinnaður miðvallari.



Chris bestur

í 1. hálvleiki


KÍ legði fyri sum eitt óløgi við álopum, sum bókstavliga skolaðu inn í VB-brotsteigin, hesa løtuna serliga úr vinstru álopssíðu hjá KÍ, har Chris Cerroni hesa løtuna var klárt tann mest sjónligi og virkni KÍ-leikarin.

Hesin leikarin hevði annars higartil ikki sannført KÍ-áskoðararnar um sítt virði fyri KÍ-liðið, men í fyrra hálvleiki var hann ein sannur fongur fyri KÍ, og tað var tí fult uppiborið, at júst Chris gjørdi fyrsta KÍ-málið, tá hann í 36. minutti fangaði ein leysan bólt í VB/S-brotsteiginum og setti hann í málið til stóra frøi fyri viðleikarar og áskoðarar.

Málið kom, eftir at KÍ hevði vunnið eitt fríspark beint uttan fyri VB/S-brotsteigin, nakað til vinstru. Bólturin varð spældur upp á tvørs til Paul Clapson, sum meddaði til, men ein VB-leikari blokeraði, ið bólturin fór í einum boga inn í brotsteigin, har hann lendi hjá Kaj Ennigarð, sum hegnisliga sendi hann ímóti málinum men rakti træverkið, og bólturin støkk tí útaftur, har hann endaði hjá Chris Cerroni, sum skoraði heilt stutt frá málinum.

1-0 til KÍ. Endiliga var hol komið á eftir nógva álopsspælið.

Hóast Heðin á Lakjuni og Chris Cerroni í 1. hálvleiki vóru sera raskir í vinstru síðu, so vóru tveir góðir málkjansir skaptir úr høgru síðu, har Harley Bertholdsen og Leon Bjartalíð eisini royndu at liggja framvið og skapa nakað munagott frameftir.

Í 21. minutti sendi Leon inn fyri málið til Paul Clapson, sum rakti stongina, og í 31. minutti var Harley maðurin aftan fyri eitt gott álop, tá hann fyrst spældi 1-2 við Paul og síðani sendi inn fyri málið til ein púra blankan Símun Joensen, sum skallaði bóltin niður í vøllin, men tíverri fór hann beint upp um málið. Eitt flott álop!



Veikleikar í

1. hálvleiki


Samanumtikið fekk VB/S ikki nógv av skafti í fyrra hálvleiki, har KÍ domineraði meginpartin av teimum 3 korterunum. Sum dømi kann nevnast, at fyrstu ferð VB yvirhøvur skeyt ímóti KÍ-málinum var í 22. minutti!

Hetta verður eisini staðfest av hagtølunum fyri hálvleikin, sum m.a. siga, at KÍ hevði 21 skot inn fyri VB-málið, meðan VB/S bert hevði 6 av slagnum, KÍ hevði 4 hornaspørk, meðan VB/S bert hevði 1, og KÍ hevði heili 23 innkast, meðan VB/S bert hevði 9, tvs. vágbingar í miðal annan hvønn minutt í fyrra hálvleiki sparkaðu bóltin út av síðulinjuni! Hetta sigur nakað um leikligu yvirvágina hjá KÍ.

Tó vóru onkrir veikleikar at síggja hjá KÍ-liðnum. Eitt nú var til tíðir heldur langt millum miðvallarleikararnar og verjuketuna. Hetta gjørdi, at VB/S kom eitt lítið sindur inn í dystin, tá umleið hálvur tími var farin av dystinum, men liðið megnaði tó ikki at gera sær dælt av hesum – tó fingu teir onkur skot á KÍ-málið men einki, sum av álvara setti Meinhardt á nakra roynd. Hann tók uttan trupulleikar alt, sum kom á hansara leið.



Løtan hjá VB var

fyrst í 2. hálvleiki


Eftir ógvuliga einvegis ferðslu ímóti VB/S-málinum áðrenn steðgin byrjaðu vágbingar væl betur upp á seinna hálvleik, har VB/S hevði nøkur álop, meðan KÍ var eitt sindur í tómgongd.

Tað var eisini júst hesa løtuna, at VB/S hevði sín allar besta málmøguleika. Í 51. minutti varð bólturin spældur væl og høgt inn fyri KÍ-málið úr høgru álopssíðu hjá VB/S, og við aftaru stong var ein leikari rættiliga fríur … skotið var hart og hevði sitið í netinum, um hann hevði rakt innan fyri stongina, men ístaðin brast skotið í stongina og útaftur í spælið.

Álopsaldan hjá gestunum hasaði avaftur, KÍ byrjaði aftur at nærkast VB/S-málinum, og í 62. minutti bragdaði aftur hjá heimaliðnum.



Gunnar setti

í gongd aftur


Eitt KÍ-álop endar við einum returbólti til Gunnar Nielsen, sum við brotsteigarmarkið smekkar hart og væl til bóltin, ið fer súsandi í málið, uttarlaga og ovarlaga, uttan møguleika hjá málmanninum at bjarga.

Gunnar Nielsen gav her KÍ-áskoðarunum eitt flott dømi um sínar framúr fótbóltsdygdir. Hann hevði higartil í dystinum spælt bara væl, men hetta málið var eitt vegamót í dystinum, tí nú tóktist VB at byrja at falla í fátt, samstundis sum KÍ – og eisini Gunnar sjálvur – settu ferðina eitt sindur upp.

Longu 3 minuttir seinni – ella har áleið – fekk KÍ sítt triðja mál.

Gunnar fór ígjøgnum VB/S-verjuna í vinstru álopssíðu, spælir til Chris, sum roynir seg ímóti málinum, men vágbingar forða fyri, og bólturin støkkur útfráaftur til Paul Clapson, sum megnaði at skjóta eitt sera hart og væl plaserað skot í VB/S-málið, hóast hann lutvíst vendi ryggin til málið.

Paul vísti her góðar dygdir sum álopsleikari. Hann hevði stríðst fyri seg, og her fekk hann lønina fyri stríðið. Eitt super mál!

Nú var luftin farin úr suðringunum, og hóast teir framvegis royndu sítt besta at svara aftur, so munaði tað ikki. Ístaðin bleiv tað til onkur frustrerandi gul kort og at enda eitt reytt kort til tann annars so væl leikandi og evnaríka miðvallaran Blé, sum í yvirtíðini gjørdi seg inn á Høgna Madsen.



KÍ effektivir

í 2. hálvleiki


Samanumtikið var seinni hálvleikur ikki eins væl spældur og fyrri, men hinvegin var tað í seinna hálvleiki, at KÍ fekk 4 av sínum 5 málum, so effektiviteturin hjá KÍ var sera høgur í seinna hálvleiki.

Hagtølini vátta eisini hesa niðurstøðu, tí KÍ fekk heili 4 mál burtur úr íalt 6 skotum á VB/S-málið, tvs. ein úrtøka upp á heili 67% í seinna hálvleiki! Hinvegin var leikliga yvirvágin hjá KÍ ikki líka stór sum áðrenn steðgin. Eitt nú vóru skotini inn fyri málið væl færri, men hetta skyldast óivað eisini, at KÍ hendan hálvleikin ikki spældi eins nógv upp á vongspælararnar. Eitt nú varð Harley skiftur úr um miðjan hálvleikin, og Chris Cerroni, ið var ógvuliga sentralur fyrr í dystinum, var ikki so nógv brúktur í seinna hálvleiki.

Í 68. minutti framdi Gunnar Nielsen ta flottastu detaljuna í øllum dystinum, tá hann fór fram við fleiri VB/S-leikarum inn í brotsteigin, men tíverri eydnaðist honum akkurát ikki at skora.

Kristoffur Jakobsen varð skiftur inn fyri Gunnar í 84. minutti, og hann var við til at spæla upp til tey bæði seinastu málini hjá KÍ.

Í 86. minutti tekur Kristoffur hornaspark úr høgru álopssíðu inn fyri málið, har Símun Joensen við aftaru stong skallar í málið, og í 93. minutti er tað Erling Fles, sum skorar eftir uppspæl frá Símuni, ið skallar sera væl niður til Erling, sum sendir í málið við høgra beini.

5-0 til KÍ, og beint eftir hetta bríkslaði dómarin dystin av.