Skálamenn skikkaðu sær best og gøtumenn ringast í 2006
Eitt yvirlit yvir gul og reyð kort í Formuladeildini 2006 vísir, at Skála skikkaði sær best, og beint í hølunum á teimum kemur EB/Streymur við nærum líka fáum revsingarstigum, meðan 2 onnur eysturoyarlið, GÍ og B68, liggja á odda í tí skeiva endanum við áleið dupult so nógvum kortum sum Skála og EB/Streymur.
Fótbóltssambandi Føroya hevur eina upplýsandi heimasíðu, www.fsf.fo, har ein m.a. fær upplýst, hvørjir leikarar í Formuladeildini hava fingið gul og reyð kort í landskappingini 2006.
Eftir teimum gulu og reyðu kortunum at døma vóru eysturoyingar bæði skikkiligast og óskikkiligast í Formuladeildini í 2006, tí í báðum endum á revsistigatalvuni, sum Norðlýsið hevur framleitt út frá hagtølunum, liggja ikki færri enn tvey eysturoyarlið – Skála og EB/Streymur í tí rætta endanum og GÍ og B68 í tí meira ivasama endanum.
Fortreytir fyri stigagevingini
Í útrokningini av revsistigum fær liðið 1 revsistig fyri hvørt gult kort og 3 stig fyri hvørt av reyðu kortunum.
Um hetta er tann júst rætta, er ikki til at siga fyri vist, men tað má í øllum førum kunna metast at vera á einari leið, at eitt reytt kort telur 3 ferðir so nógv tann skeiva vegin sum eitt gult kort. Onkur vildi kanska heldur sagt, at eitt reytt kort skal geva 2 stig, tí tvey gul kort í einum og sama dysti útloysir jú automatiskt eitt reytt kort.
Her hava vit ta áskoðan, at eitt reytt kort má metast at vera munandi meira álvarsamt enn eitt gult, og tí eigur tað at telja tríggjar ferðir so nógv sum eitt gult kort.
Vit taka fyrivarni fyri møguligum villum. Somuleiðis hava vit í teimum førum, har leikarar hava spælt við ymiskum feløgum í 2006, sum oftast býtt tey javnt ímillum feløgini, tí vit ikki hava ta neyðugu vitanina til at gera annað. Her er tó bert talan um nøkur heilt fá tilfeldi, har møguligar feilmetingar sjálvandi kunnu broyta stigabýtið millum feløgini eitt sindur, men tó ikki nógv.
Skála og EB/S fyrimyndarlig
Tá vit minnast aftur á farna kappingarár, so má ásannast, at hesi hagtølini eru fult í tráð við, hvussu ein upplivdi dystirnar hjá hesum liðum í 2006.
Ítróttar-Norðlýsið legði nevniliga væl til merkis í teimum dystum, har Skála leikti í móti t.d. KÍ, at leikararnir á Skálaliðnum samanumtikið vístu fyrimyndarligan atburð á vøllinum, og tað sama kann eisini sigast um EB/Streym, sum umframt sera góðan og skjótan fótbólt eisini samanumtikið vístu góðan atburð og hugburð, sum hevði betur uppiborið í FM-kappingini enn silvur.
Sum kunnugt misti EB/Streymur FM-heitið á stokkinum, tá Paul Clapson á seinasta leikdegi sendi bóltin í málið á Mølini, og mín sann um teir ikki eru nr. 2 í hesi "Fair Play" ella "Leikum Fagurt" kappingini.
GÍ og B68 vóru meira buldraligir
Sum kunnugt er Eysturoy stór og víð, og tað sama má sigast at vera galdandi, tá tað snýr seg um evnini at tiltuska sær gul og reyð kort, tí samstundis sum skálamenn og sundalagsmenn eru eyðkendir av góðum atburði og harvið eisini fáum kortum frá dómarunum, so var júst tað øvugta galdandi fyri gøtu- og toftamenn í Formuladeildini í fjør.
Teir gulu hjá Peturi Mohr vóru nevniliga meir enn tvífalt so raskir sum teir appilsingulu hjá Jóhan Nielsen at fáa ilt í Lassin, Petur, Eiler og hinar dómararnar, og toftamenn vóru útivið líka óskikkiligir – tó ikki heilt.
Hví so er, at menn á somu oyggj eru so ymiskir av lyndi og í leiki á vølli, er sjálvandi ikki til at siga frá í stuttum, men givið er, at bæði GÍ og B68 í mong ár hava verið eyðkend av hørðum og fysiskum fótbóltsspæli, har ein ikki bakkar fyri at brúka kroppin í spælinum.
Tað nýtist sjálvandi ikki at vera nakað galið við hesum báðum liðum fyri tann skuld, tí føroyskur fótbóltur skal eisini hava pláss fyri ymiskum spælistílum.
Hinvegin er tað neyvan heldur nakað, sum er vert at reypa sær av, at liðið hjá einum verður ofta sektað av dómaranum – tvørturímóti.
KÍ skikkaði
sær triðbest
Í 1999, tá Tony Paris seinast var venjari hjá KÍ, vann liðið sum kunnugt greipuna, men umframt tað vann KÍ eisini Leikum Fagurt kappingina. Liðið fekk nevniliga tað árið tey fæstu gulu og reyðu kortini í kappingini.
Tí undrar tað ikki, nú Tony aftur er høvuðsvenjari hjá KÍ, at liðið aftur í ár er væl við í hesi somu kappingini. KÍ liggur nevniliga sum nr. 3 í tí rætta endanum av talvuni.




