Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur: Hjalgrím Elttør skal hoyra aftur frá Malaga í hesi vikuni

(
John Færø)

Hjalgrím Elttør hevur júst verið til royndarvenjingar hjá spanska fótbóltsfelagnum Malaga, hvørs besta lið spælir í bestu sponsku deildini. Hann er nú afturkomin og fer væntandi at hoyra frá felagnum hesa vikuna, um tað er áhugað í eini avtalu við hann.

Generelt mugu vit staðfesta, at royndirnar hjá føroyskum leikarum at fáa ein sáttmála við útlendsk feløg út frá eini royndarvenjing ikki altíð hava verið so góðar, og tað er kanska ikki so løgið, tá ein hugsar um talið av ungum fótbóltsleikarum kring allan heim.

Sum enn av okkara ungu talentríku leikarum hevur Hjalgrím Elttør fyrr royndarvant uttanlanda, og nú hevur hann so aftur roynt tað – hesa ferð í Spaniu.

Tað er altíð ringt at siga, hvussu ein royndarvenjing gongur, men í øllum førum eydnaðist tað Hjalgrím hesa ferð at gera 2 mál í dysti fyri talentliðið hjá Malaga.

Men kappingin er eyðvitað hørð, so vit mugu bara bíða eftir, hvat svarið verður úr Malaga. Sum skilst er tað væntandi hesa vikuna.

Í løtuni er Hjalgrím við á føroyska a-landsliðnum, sum hesa vikuna spælir 2 vinardystir ímóti Kasakstan. Hann leikti við allar tann fyrra dystin, sum Føroyar vunnu 3-2.