Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur – hvat felag var størst og vann mest í 2006: KÍ er bæði størst og best og NSÍ er nr. 3 í báðum førum

Norðlýsið

Gamli fótbóltsrisin í Klaksvík er samanlagt størst og hevur vunnið flest heiðursmerki í 2006

Hóast høvuðsstaðurin fekk bæði í posa og sekk í Formuladeildini, so er gamli fótbóltsrisin í Klaksvík samanlagt størst og hevur vunnið flest heiðursmerki í 2006, tá ein telur øll lið við hjá bæði monnum og kvinnum – og NSÍ er somuleiðis sera væl við á einum greiðum triðjaplássi.

Niðurstøðurnar í hesi grein byggja á hagtøl, sum standa í seinastu FSF-tíðindum, og ið somuleiðis kunnu lesast á heimasíðuni FSFs, www.fsf.fo.

Við mugu her taka fyrivarni fyri møguligum villum, sum eisini kunnu broyta plaseringar, tí sera stutt er millum feløgini, men tá tað er sagt, so tala tey turru tølini í talvuni sín greiða boðskap:

Við sínum íalt 34 tilmeldaðu liðum í 2006 er KÍ størsta fótbóltsfelag í landinum, og beint í hølunum kemur javnaldrin í Havn, HB, við íalt 33 liðum.

Á triðjaplássi kemur ein yngri fótbóltsrisi, nevniliga NSÍ í Runavík, sum luttók við ikki færri enn 27 liðum í 2006.

Ikki óvæntað er tað tann framúr sterka og væl umboðaða kvinnu- og gentusíðan, sum dregur KÍ heilt upp á tindin.

HB hevur nevniliga flest tilmeldaði lið (26), meðan KÍ er næststørst við 23 liðum, um ein bara telur mannfólkasíðuna við. Men á kvinnusíðuni hevur KÍ 11 lið, meðan HB hevur 7 lið tilmeldaði, og tað er júst nóg mikið til at draga tann eldra javnaldran upp á fyrstaplássið.

Somu feløg vunnu mest

Somuleiðis er her á síðuni eitt yvirlit yvir vunnin heiðursmerki, og har eru tey ovastu feløgini júst tey somu og í somu røð: KÍ vann íalt 13 heiðursmerki, HB vann 11, og á triðjaplássi er aftur NSÍ við samanlagt 10 vunnum heiðursmerkjum.

Viðmerkjast skal, at í hesum yvirliti verða øll heiðursmerki tald við fyri sama virði, sama um tað er gull, silvur ella bronsa.

Hugaligt er at staðfesta, at feløgini her í lokaløkjunum, Norðoyggjar og Eysturoy, eru sera væl við í kappingini á einum so breiðum móti.