Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur: KÍ arbeiðir við at finna venjara til kvinnuliðið

Norðlýsið ÍTROTTUR

Tað frættist úr KÍ, at leiðsla felagsins arbeiðir við at finna ein avloysara fyri Alexander Djordjevic, sum vandi besta kvinnuliðið í farnu kapping.

Sum fráboðað á KÍ-heimasíðuni, so byrja bæði Formulaliðið og besta kvinnuliðið hjá KÍ nú so smátt at venja, har talan í fyrsta umfari verður um fysiskar venjingar í nýggju Yndi/Fitness hølunum, sum nú eru í KÍ-høllini.

Fyribils fer Alexander at taka sær av venjingunum, siga álítandi keldur í KÍ.

Samstundis arbeiðir felagið víðari við venjaraspurninginum.