KÍ hevur avgjørt at venjararnir til komandi ár hjá fyrstu og aðru deild verða Jan Joensen og Olgar Danielsen.
Tað verður Jan Joensen, ið verður fyrsti venjari og sum hevur ábyrgdina av 1. deild hjá felagnum, ímeðan Olgar Danielsen verður hjálparvenjari og fær samstundis ábyrgdina av aðru deild.
Hetta var staðfest á lítlari samkomu á loftinum í KÍ-høllini týskvøldið.
Sagt varð eisini, at flestu sáttmálar við spælarar vóru komnir upp á pláss, tó var óvissa um Heðin á Lakjuni, Meinhard Joensen og onkran afturat. Á fundinum skrivaði Hjalgrím Elttør undir sáttmála við felagið.
Uppá fyrispurning okkara svaraði Bill MacLeod, at ongir útlendskir spælarar komu til felagið í ár. Alexandr hevur tó sáttmála við KÍ. Hinvegin kemur Arnold Joensen aftur til KÍ og tað liggur á ljóði, at møguliga Kristian Joensen og Gunnar á Steig koma aftur hendavegin, men KÍ kundi ikki vátta nakað um teir báðar seinastu.
Sagt varð annars á fundinum, at teir báðir venjararnir skuldu til Danmarkar at vitja Toda og FCK í vikuni. Ætlanin er at teir skulu vera við til venjingarnar hjá FCK í vikuni og síðani síggja ein dyst hjá felagnum.




